Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Vága Floghavn lýsti fyrr í ár eftir einum tøkningi afturat verandi tøkniligu manning.

Felagið fekk 9 umsóknir til starvið. Eftir viðgerð av umsóknunum, hevur Vága Floghavn avgjørt at seta Egil Branduson Joensen í starv.

Egil Brandurson Joensen er 30 ár og búsitandi í Sandavági. Hann er giftur við Thordis Joensen úr Sandavági, og tey hava tvey børn.

Egil var útbúgvin elektroniktøkningur í 2010, og var í læru hjá Sp/f Radioservice í Tórshavn. Sum elektroniktøkningur hevur Egil arbeitt við eitt nú veðurstøðum og aðrari veðurtøkniligari og samskiftisútgerð, eins og hann í nøkur ár hevur silgt við Gadus sum tøkningur, har hann hevur havt ábyrgd av viðlíkahald av samskiftistøkniligu og nautisku útgerðini umborð.

Egil byrjar hjá Vága Floghavn 1. januar 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo