40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Týsdagin 1. oktober fer Eiðis kommuna at hátíðarhalda 125 ára dagin hjá Eiðis kommunu.

Tað var tann 1. oktober kl.09:00 í 1894 at fyrsti bygdaráðsfundurin varð hildin. Eiðis kommuna er ein av heilt gomlu kommununum í landinum.

Dagurin verður hátíðarhildin við almennum tiltakið í Hólmahúsinum á Eiði týskvøldið kl.18:00 har øll sjálvsagt eru vælkomin.

Landsstýrismaðurin í kommunumálum Helgi Abrahamsen og Borgarstjórin í Eiðis kommunu Jógvan í Skorini flyta fram røðu.

Rasmus Joensen fyrrverandi bygdaráðslimur og borgarstjóri hugleiðir um Eiðis kommunu.

Tónleikur frá Eiðis ljómfelag, Fróða Bjarnason.

Eftir tiltakið verða smábitar, køka og drekka at fáa.

Bygdaráðið byrjar annars dagin frá morgunstundini. Bygdaráðið hevur almennan bygdaráðsfund kl.09:00 eins og fyri 125 árum síðani. Eftir bygdaráðsfundin fara bygdaráðslimir at vitja skúla, barnagarð og sambýli, har teir bjóða kaku og drekka.

Øll eru hjartliga vælkomin til henda stóra dag.

Jógvan í Skorini, borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo