Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Á veg til Ísland legði íslendska flaggskipið Børkur, NK 122, leiðina inn á Eiði fyri at heilsa uppá. Tað eru mong, mong ár síðani at ein nýbygningur seinast heilsaði uppá bygdina og helst er hetta fyrstu ferð at ein pelagiskur nýbygningur stevndi inn í Eiðis flógvan.

Skúlabørn og fólk tóku ímóti hesum stásiliga farinum úti á Torvanesi, har Merkið og tað íslendska flaggið vóru vundin á stong.

Børkur hevði knappa tíð, men hevði ómakað sær at heilsa uppá, ein sera góð og stuttlig løta. Hjørvar, skiparin, heilsaði við trimum floytum, áðrenn leiðin gekk út til Risan og Kellingina og so víðari til Íslands. Børkur skal navngevast sunnudagin á Norðfirði.  

Tað er Sildarvinnslan á Norðfirði (Neskaupstaði), sum hevur latið Børk byggja á Kartensen Skipsverft. Skipið er ikki nakar píningur, tað er 90.2 metur til longdar og 16,7 metur breitt, lastin er meira enn 3500 m3 og lastar eini 3400 tons.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo