Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum bygdaráðslimur vil eg enn einaferð vísa á, at hvørki Umhvørvisstovan ella SEV, hava fingið nakað loyvi til at byggja hasar vindmyllurnar, og tískil er løgið at Umhvørvisstovan gevur umhvørvisloyvi til nakað, sum hvørki Eiðis Kommuna ella borgarnir á Eiði hava viðgjørt.

Málið er ikki viðgjørt á borgarafundi, og ei heldur á bygdaráðsfundi, so at geva eitt umhvørvisloyvi til nakað, sum ikki er viðgjørt av lokala mynduleikanum, tað ber so ikki til, so her má Umhvørvisstovan broyta mannagongd.

Altso støðan er, at bygdaráðið gav eitt fyribils loyvi til vindmyllur, og har vóru treytir við. Øll ætlanin er munandi broytt, so alt málið má takast upp av nýggjum, og støða takast til.

Mín støða er greið, og tað er Nei til vindmyllulund á Eiði

Grundgevingarnar er nógvar og eru m.a.:

*Hetta er bara fyrsta byggistig, og ætlanin er at seta enn fleiri vindmyllur upp á Eiði- tað sigur man bara ikki.

*Fólk hava bygt hús fyri millionir og gleðast um frálika útsýni, sum nú skal fyllast út við vindmyllum.

*Hús og ognir á Eiði fara at missa virði, tað vísa allar royndir, sum eru gjørdar í Noregi og Danmark, har vindmyllu lundir eru bygdar, og har eru endurgjaldskipanir, sum taka hædd fyri hesum.

*Ljóðviðurskifitini og avleiðingarnar eru metingar, sum als ikki eru eftirfarandi og kunna prógvast, hædd eru ikki tikið fyri lokalum umstøðum. Vit hava havt eina Loranmastur, so vit vita alt um óljóð.

*Hvat hendur um ljóðviðurskiftini eru onnur enn tey, sum er fráboðað, verða so vindmyllurnar tiknar niður, nei neyvan, og hvussu so við endurgjaldi fyri tað, eingin ætlan fyri hesum.

*Borgarar í Eiðis Kommunu hava mist allar áir og áarløkir til SEV, so Slættartindur skal vera friður fyri vindmyllum.

* Royndir aðrastaðni vísa har vindmyllu lundir verða bygdar tætt fólki vísa, at fleiri fólk enn vanligt gerast sjúk, hví so er, er ikki staðfest, men bara ein staðfesting

* Hvat far Eiðisborgarin afturfyri at lata útsyni og larmandi óljóð - einki, uttan at jarðareigarin verður gottgjørdur

Eitt afturat, sum er kanska eindømi, og tað er vit í Føroyum hava eina Umhvørvisstovu, sum í hesum førinum hevur ábyrgdina av øllum, fáa meira orku, standa fyri útboð, fyri tilboðtakan, fyri umhvørviskanning og hevur nakar nakra viðmerking, so kann man kæra til sama stovn. Ikki mín koppar av te, at hava slíka skipan í einum fólkaræði.

Niðurstøðan - Nei til Vindmyllulund, vit Eiðisfólk hava latið nokk.

Konrad Joensen
bygdarráðslimur í Eiðis Kommunu 05-05-20

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo