Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Fólk á Eiði hava undrast um, at fýra kinesarar nú í eina tíð hava búleikast á Eiði og at hesir hava luttikið á fundi á skrivstovum hjá Eiðis kommunu, har óvanliga nógv fundarvirksemið  hevur verið ta seinastu vikurnar.

 

Nú er so avdúkað, at hagastýrið og Eiðis kommuna hava undirskrivað sølusáttmála við nevndu kinverjar um, at teir fáa fullan ræðisrætt á Slættaratindi frá 1. juli og fyribils 25 ár fram.

 

Einki verður sagt um hvat hetta kemur at kosta kinverjum, men so mikið er likið út, at talan er um fleiri 100-tals milliónir krónur.

 

Tað ljóðar, at ætlanin við hesum átaki, er at menna ferðavinnuna og at kinverjar fara at byggja 5-stjørnað hotell ovarlaga á Slættartindi við útsýni vestur í hav.

 

Í samband við yvirtøkuna av Slættaratindi hevur Eiðis kommuna og hagastýrið sett tvær treytir, nevnliga, at tað fyrst og fremst verða eiðisfólk, ið fáa starv á hotellinum og at tað framvegis verður loyvt at skjóta haru á Slættaratindi.

 

Eisini er likið út, at peningurin, sum Eiðis kommuna fær av hesum átaki, skal nýtast til undirsjóvartunnil av Torvanesi til Tjørnuvíkar. Ein verkætlan, sum leingi hevur verið í umbúnað, men sum Eiðismenn ikki hava havt ráð til.

 

Um tað skuldi hent, at íløguætlanin verður dýrari enn mett, so hava kinverjar saman við Sunda kommunu bundið seg til at gjalda tað, sum møguliga kemur at resta í.

 

Myndir av hotellinum

 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo