Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya, Mary Antonsdóttir, er væl nøgd eftir fundin við Heðin Mortensen, formann í Kommunufelagnum og borgarstjóra í Havn í gjár.

- Tosað varð um viðurskiftir hjá starvsfólkunum á eldraøkinum í TK og eisini um avbjóðingarnar á eldarøkinum úti í ymsu kommununum, sigur Mary Antonsdóttir.

Borgarstjórin vísti á, at Tórshavnar kommuna hevur samtykt at játta eina millión krónur til at seta tvey starvsfólk at arbeiða við aktivitetum til búfólk á eldraøkinum, og at játta fýra milliónir til økta normering á røktarøkinum.

- Heilsuhjálparafelagið hevði eitt ynski um, at allar vaktir verða uppnormeraðar til 8 tímar, sambært okkara sáttmála og tað arbeiðið er farið í gongd, sigur hon.

Forkvinnan kom inn á arbeiðsumstøðurnar og førdi fram, at hyggjast má eftir tyngdini í arbeiðinum og at sett verður ein starvsfólkanormering eftir tyngdini. Har eru amboð til nettupp ta arbeiðið, har ergoterapeutar gera eina APV (arbejdspladsvurdering) Tað er at undrast yvir, hví ta arbeiðið ikki er farið í gongd fyri langari tíð síðan og kunnu vit vísa á, at hesin hátturin verður nýttur í Danmark.

- Vit vildu hava at vita, hvat mann ætlar við øllum teimum tímaløntu starvsfólkunum. Tosað varð eisini um, at eggja teimum at fara á Heilsuskúlan og nema sær útbúgving, men tey sum ikki ætla sær at fara í skúla, eiga ikki at arbeiða sum tímalønt í áravís, men eiga at verða sett í fast starv og tá tosa vit ikki um tíðaravmarkað starv. Ein arbeiðsgevari eigur at tryggja øll síni starvsfólk og tað tók borgarstjórin fult undir við og tað arbeiðið er byrjað.

- Hetta var ein góður og konstruktivur fundur, har nógv viðurskiftir vórðu vend, sigur Mary Antonsdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo