Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: – Fyri at kunna liva tey næstu 50 árini og vera eitt vælvirkandi menniskja er tað ein avgjørd fyritreyt, at man hevur eina grundleggjandi vitan um KT og tøkni yvirhøvur. Tað hevur týdning at hava nakrar eginleikar og førleikar á hesum økinum fyri at finna út av, hvussu man brúkar tøknina í gerandisdegnum, sigur Torben Nielsen, datamatikari, sum eigur og rekur KT-fyritøkuna Combine-IT.

Hann samanber KT-kunnleika við ein amboðskassa hjá einum handverkara.

– Ein handverkari, sum hevur lært at brúka 10 amboð, finnur mest sannlíkt út av, hvussu hann brúkar amboð nummar 11, 12 og 13. Ein skúlanæmingur skal finna út av, hvussu hann brúkar tey 10 týdningarmestu og vanligastu amboðini innan fyri tøkni og KT. Tí so kann hann mest sannlíkt sjálvur rokna út, hvussu man brúkar nummar 11, 12 og 13, sigur Torben Nielsen.

Á heimasíðum, í appum og tólbúnaði eru nevniliga fleiri ting, sum ganga aftur í bygnaðinum.

– Alt er meira ella minni gjørt eftir somu skabelón. Tað er fínt at duga at brúka Word. Men veit næmingurin, hvussu sjálvt forritið er bygt upp – og hví? Tað er jú uppbygt upp á sama máta sum eitt nú Excel, Libre Office og onnur forrit. “Hjálp” er høgrumegin, “Filer” er vinstrumegin, og so er ein rúgva ímillum. Skilir næmingurin tað, og dugir hann at seta seg við einum nýggjum forriti og skilja bygnaðin? Tað er har til, man skal koma, sigur Torben Nielsen.

Torben Nielsen leggur serliga stóran dent á týdningin av at skilja tøknina í staðin fyri bara at brúka hana.

– Eins og tú lærir at lesa fyri at kunna lesa bøkur, so eigur tú at læra at brúka tøknina fyri at seta teg inn í teir nógvu ymsu tøknimøguleikarnar, sum eru. Eitt er at duga at lesa, og eitt er at duga at skilja tað, sum tú lesur. Tað er hvør sítt. Eg vil gjarna hava, at fólk skilja amboðini í tøknini, tey brúka. Teldan er sjálvandi tað fyrsta, men so er tað eisini onnur tøkni sum iPadar og telefonir, og so koma tað jú milliónir av tingum á netið í framtíðini, sigur hann.

Júst hvussu fólkaskúlin skal tryggja eitt størri fokus á KT og tøkni, hevur Torben Nielsen ikki nakað ítøkiligt svar uppá, men hann hevur nakrar tankar.

– Líka sum vit hava grundleggjandi alis- og evnafrøði, so eiga vit eisini at hava grundleggjandi tøkni við sum lærugrein í fólkaskúlanum. Man kann hava telduna sum útgangsstøði, men alt tað, sum okkara tøkni í framtíðini verður bygd upp við, koyrir upp á tað grundleggjandi prinsippið við einum CPU’i. Tað er hetta, sum skjótt verður í kaffimaskinuni, mjólkarpakkanum, bilinum og í telduni. Vit hava brúk fyri grundleggjandi kunnleika í hesum. Tað rokni eg við er neyðugt fyri at kunna brúka og víðarimenna og ikki demonisera tøknina, sigur Torben Nielsen.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo