At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta skriv er sent sum teldupostur til Tórshavnar kommunu!

Góðu tit, avvarðandi myndugleikar!

Karlamagnusarbreyt er eingin sólskinssøga, tíverri. Hon er kend fyri nógvar broyttar byggisamtyktir, ólóglig byggiloyvi, bygningar sum poppa upp sum hundalond og vánalig ferðsluviðurskifti.

Í summum førum eru bert einir 6 metrar til næsta bygning.

Fólk hava keypt sær eina íbúð fyri fleiri milliónir, men síggja í nógvum førum, bert inn til grannan og skulu deila parkeringspláss á felagsøkinum við nógv onnur, hóast byggisamtyktin greitt sigur, eitt parkeringspláss til eina íbúð á 75 fermetrar.

Her búgva nógvir skattgjaldarar í Hoyvík og nógvar ungar familjur, ið fegin rinda sín skatt, og tískil seta hesi/vit eisini krøv og at hugsað verður um okkum og trivnaðin her á KMB serliga.

Alt tað sum longu er bygt, gerst einki við, men vit íbúgvar á KMB 29, hava eitt uppskot, um at kommunan ger eitt grønt øki, eina lítla viðarlund og spælipláss við reiggjum, sandkassum, trampolinum og beinkjum, so at barnafamiljur og onnur hava eitt stað at fara við sínum børnum.

Samstundis er alneyðugt við fleri parkeringsbásum.

Viðarlund og parkeringsbásar frá KMB 29 og oman til Atlagøtu.

Har er onkur eigari, ið hevur ognað sær eitt grundstykki, men tað eigur at bera til, at kommunan ger eitt makaskifti við viðkomandi, tí kommunan eigur nógv onnur grundstykkir í býnum.

Á Karlamagnusarbreyt er nógvur aktivitetur og fleiri handlar, men einki veruligt grønt øki, ið skapar trivna og er vakurt á at líta.

Tískil hevði tað frøtt okkum, um tit sum kommuna, royndu at fríðka eitt sindur um gøtuna, tí sum nú, líkist hon mest einari ghetto, ið ongan góðan eigur.

Fyri okkum snýr tað seg ikki um at finna syndabukkar ella at plasera ábyrgd av ruðuleikanum á KMB, men at bjarga tí ið bjargast kann, so øll vit ið búgva her, fáa eitt vakurt fríøki og parkeringsbásar til gagns og gleði fyri okkum íbúgvar.

Vit seta okkara álit á tykkum sum kommunu og vóna, tit fara at viðgera okkara fyrispurning í næstum og koma við einari positivari útmelding.

Takk fyri.

Vegna Eigaraíbúðarfelagið Karlamagnusarbreyt 29
Mary Antonsdóttir, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo