Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í fjør varð skipað fyri kapping í matkynstri á Eplafestivalinum! Hetta tiltak eydnaðist væl, og verður tí endurtikið í ár. Vinnarin í fjør gjørdist Frida Poulsen úr Skálavík, sum gjørdi ”Eplafestival Salat” við íblástri úr Italia.

Nú Eplafestivalurin stundar til, ber til at siga at fyrireikingarnar veruliga byrja at taka skap og spenningur rørist. Heilt nógv tiltøk eru á skrá og skráin, verður almannakunngjørd í komandi døgunum.

Eitt av tiltøkunum er ”eigur tú besta, føroyska eplarættin”. Hetta er eitt tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, sum kann koma úr skápinum.

Dømingin verður skipað soleiðis:

3 matkøn fólk: telur 50%

4 leikfólk døma í blindsmakking: telur 50%

Reglur:

- Rætturin skal verða eftir egnari uppskrift

- Epli skulu vera ein av høvuðsingrediensunum

- Rætturin skal latast inn í trimum eintøkum í seinasta lagi leygardagin 28. september kl 11.00 við Tingborð í Trøðum á Sandi.

Tilmelding fer fra á veltan(at)veltan.fo ella Eplafestivalur á Facebook.

Øll eru vælkomin at melda seg til, og Eplafestivalurin vónar at eplarættir úr øllum landinum luttaka.

Luttøkan er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo