Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein av heimsins hægstu jøklum, South Col sum hann eitur á enskum máli, minkar sera skjótt, og nógv skjótari enn áður hildið. Jøkulin liggur í 7.900 metra hædd, nærhendis heimsins hægsta fjalli, Mount Everest.

Seinastu 25 árini eru 55 metrar av tjúkdini horvin, og granskarar hava funnið fram til, at ísurin sum nú liggur ovast er um 2.000 ára gamal.

Við miðilin National Geographic sigur Paul Mayewski, sum vegna lærda háskúlan í Maine, USA, hevur staðið á odda fyri kanningunum, at ísurin hvørvur rættuliga nógv skjótari enn hann kom, og at hann helst er horvin allur sum hann er um fá áratíggju.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo