Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin er Mikkjalsmessa. Gamalt er, at Mikkjalsmessa er dagur, tá ið skurðfjøll verða gingin. Væl av fjøllum eru tó longu gingin og fyrstu krovini eru komin upp at hanga.

Í Tórshavnar kommunu eru nógvir íbúgvar, ið hava seyð. Nakrir fletta bert til egið brúk, meðan aðrir eisini fletta við sølu fyri eyga. Vanligt er at selja heil krov, men nógvir bøndur selja eisini smærri stykki, til dømis tjógv og avroð. Heitið, avroð, fevnir um høvd, mør, vomb, nýrir, sperðil, 1 kilo av tálg og 1 litur av blóði. Mørur er livur, lungu, hjarta, tind og lundir.

Tíverri eru færri og færri føroyingar, ið keypa avroð. Eldra ættarliðið, okkara ommur og abbar, vóru røsk at eta avroð, men tað eru vit ikki. Hesin góði matur er so at siga vorðin fremmandur fyri okkum. Eftirsum lítil og eingin eftirspurningur er eftir avroðum, enda stórar nøgdir av avroð á tyrvingarplássinum.

Tórshavnar kommuna: Nú má tíðin verða komin til, at vit aftur fara at virða og gagnnýta hesar góðu rávørur, ið føroyski landbúnaðurin gevur okkum. Avroð eru rík í smakki og føðsluevnum, og nógvir møguleikar eru at nýta avroð í matgerð (sí franska og italska matmentan!).

Í 1999 gav bretski kokkurin, Fergus Henderson, út uppskriftarbókina “Nose to Tail Eating: A Kind of British Cooking”, ið síðani varð dagførd í 2004 og fekk heitið “The Whole Beast: Nose to Tail Eating”. Í bókini bar Henderson fram orðatiltakið: “Slaktar tú eitt djór, er tað siðiligt, at alt verður nýtt”. Henderson talaði fyri einari burðardyggari kjøtmentan, har vit gagnnýta alt djórið.

Nose to tail hugsjónin hjá Henderson er viðkomandi fyri okkum føroyingar, tí vit hava eina sterka kjøtmentan, men vit eru ikki nóg røsk at gagnnýta allar rávørurnar.
Læra vit okkum at virðismeta avroð og aðrar gloymdar rávørur, gera vit bæði umhvørvinum, bóndanum og okkum sjálvum eina tænastu.

Skrivað greinina hevur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen. Átakið Lívrunnið burturkast, rávørur og náttúra varpar ljós á nærframleiðslu og hvussu nøgdirnar av burturkasti í Tórshavnar kommunu kunnu gerast minni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo