Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Vestmanna Kommuna: Morið Olsen Gardy gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi hjá Vestmanna Kommunu.

Ein hugnaløta var fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum. Borgarstjórin, Pauli T. Petersen, nýtti eisini høvið at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði, sum børn, foreldur og starvsfólk altíð hava notið væl av.

Morið hevur verði ein drívmegi fyri trivnaðin hjá børnunum í kommununi
Sum 32 ára gomul tók Morið stig til at savna saman undirskriftir til tess at seta á stovn dagrøkt í Vestmanna. Hetta eydnaðist henni. Hon varð sett sum leiðari at fyrireika dagrøktina 1. desember 1986. Longu ein mánað eftir var klárt at bjóða børnunum ansing hjá ymsum dagrøktarfólkum í kommununi.

Relatiónsarbeiði hevur altíð verði nakað, Morið hevur arbeitt nógv við. Morið skipaði eisini fyri spælistovum eina til tvær ferð um vikuna. Endamálið við spælistovunum var at betra um samanhaldið millum børnini í bygdini. Hetta var ein dagur, har øll dagrøktin kundi savnast, og øll børnini kundu spæla saman.

Síðan dagstovnaøkið varð umskipað fyrst í 2000, hevur Morið verið leiðari. Dagstovnaøkið fevnir í dag um dagstovnarnar, Gjáarlon, Látipípuna og frítíðarstovuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo