Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit royndu tá á sinni í býráðnum allar hugsandi møguleikar: Um samstarv, um plasering, um kontrolerað lossipláss kring landið o. s. fr.

Alt meðan Havnardalur kókaði av ótaldum rottum, fugli og seyði nærindis høvuðsdrekkivatnsgoymslu býarins og nærindis einari gamlari útslitnari brennistøð. Har ið eingin avlopshiti kom til høldar.

Og vit komu til tað einasta rætta: At gera eina vælskipaða brennistøð fyri Havnina uppi á Hjalla.

Millum Havnina og SEV er gott samstarv. Brennistøðin hevur gevandi (grønt) samstarv við Fjarhitafelagið. Góð og væl skipað viðurskifti eru. Og gott og erfarið fólk er á báðum støðum.

Samanumtikið: Eg eri av royndum sannførdur um, at tað var rætt tá – og er framvegis rætt – at hava eina brennistøð fyri Havnina og eina fyri IRF, og so kunnu tær báðir støðirnar samstarva í tørvi, tá ið á stendur. 

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo