Eitt gott høvd og eitt gott hjarta er ein framúr blanding
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

(tilvildarlig mynd).

(tilvildarlig mynd).

- Fríggjakvøldið var eg í Sørvági og seldi atgongumerki til Countryfestivalin, og upplivdi, at føroyskur ungdómur eisini enn telist millum Guðs góðu børn.

Tað skrivar Edvard í Skorðini Joensen á facebook vanga sínum leygardagin.

Edvard greiðir frá, at ein pengaautomat var skamt frá har tey seldu atgongumerkini, og nógv fólk gingu til og frá, men knappliga kemur ein genta við nógvum pengaseðlum í hondini og greiðir frá, at onkur man hava gloymt teir í pengaautomatini, og um tey har ikki kundu hava pengarnar og vita, um onkur kom eftir teimum.

Edvard skrivar, at tað gekk ikki long tíð, so kom ein maður og spurdi, um tað skuldi verið so heppi, at onkur hevði verið har við pengum, sum hann hevði gloymt í sjálvtøkuni.

- Glaður var hann, fyri at fáa pengarnar. Og tað vóru vit innan fyri diskin eisini.  Men eg hugsi, at unga gentan, sum kom við pengunum, hevði eisini verið glað. Bara spell, at eg ikki veit, hvør hon var.  So kundi hon fingið at vitað, hvussu gekk, skrivar Edvard í Skorðini Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo