Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggja bókin hjá Lars Løkke Rasmussen, “Om de fleste og det meste”, er serstøk og sera viðkomandi fyri øll, sum hava samfelagsáhuga. Ein bók frá manni, ið enn er á góðum aldri (56 ár), og sum hevur fingið eina ovurhonds ørgrynnu av lívsroyndum, fakliga vitan og politiska erfaring, upp á loggið.

Politikkur
Politikkur er nakað við at fremja skilagóðar skipanir fyri samfelagið, land og fólk; men - sum í ófrættakendum førum - av fólki, sum fattast samstarvsevnir ella -vilja, kann gerast ein kókandi andøvsíða av: øvund, smásinni, útspilling, kapping og happing í serklassa. Ikki minst innanfloks - eins og lívið kann kennast fyri summi (m.o. Henrik prins?).

Tað krevur sín mann, arbeiðssamur sum fáur, fyri dag at fara heiman til frama fyri landsins besta, og tá støðugt at møta tí andsframleiðslu, sum fleiri úlva-kobbul av journalistum hava klakt í náttar-niðuni.

Politikkur er ofta tóm lyftir og rakstrarróp. Men Lars hevði - í VERKI - ta eyka gerandis orkuna, at stovna eitt nú “Løkkefonden” til bata og verandi gagn fyri hópin av hopleysum “útiløgu-dreingjum”. Hvør annar ger slíkt?

Og Løkke brúkar ikki óhøvisk orð um andstøðuna – rósar teim tíðum – eitt nú undrast hann niðurtónað á megin-marruna sjálva, “Ekstrabladet”: “At hesi veruliga finna gleði í - teirra gleðileysa virksemi.” (!)

Men Løkke, sum góður talari og skemtari, er framvegis væl hýrdur og væl fyri við penninum, um so “brynjan er bitin av stráøldum svongum” (JHOD).

Baksýni
Lars Løkke, cand. jur., er komin úr smáum korum, ungur vaktur politiskt til eina rokaliga lívsleið, sum bar um skótarørslu, kommunustýri, fólkating, amtráðsborgmeistara, innanríkis-, heilsu- og fíggjarmálaráðharra og forsætisráðharra í heili 10 ár.

Seinast vann Løkke, sum formaður fyri “Venstre”, 10 sessir afturat við valið í 2019. Fekk sjálvur yvir 40.000 persónligar atkvøður - ið ikki sigur so lítið!

Viðferðin
Flestu svik fara fram innanfloks, og Løkke bleiv - hóast fyrrnevnda bragdið - stungin í ryggin av sínum egnu. Og uttan høvi til at verja seg.

Hansara ørstutta fráferðarheilsa til feikar floksfelagar fer helst at spyrjast aftur í komandi søgubókum:

“Vigtigt at holde fast i sin selvrespekt. Kan ikke være formand for et parti, hvor jeg som formand afskæres fra min mulighed for at få diskuteret og afprøvet den politiske linje, jeg har lagt, i det landsmøde-forum, hvor jeg er valgt. Tak for mange gode år.”

Politiska linjan
Undan valinum legði Løkke í bókini ” Befrielsens øjeblik” upp til samstarv millum stórar flokkar – Javnaðarflokkin og Venstre – sum vildi føra til ein í tørvi tryggari meiriluta til bata í komandi avbjóðingum.

Heldur hetta, enn ta kendu, møðsomu rásina, har ið mál verða stýrd og tanlað til avlamis av hissini smáum flokkum – líka frá høgra-fantastum, ótakksomum (meinfýsnum) tilflytarum til avdankaðar kommunistar.

Men “honnettu ambitiónirnar” hjá Mette Frederiksen, sum “Børnesnes statsminister” (!) við tí barnaktiga rakstrarópinum: So-o synd við “Arnes pension”, vunnu henni “lykil stjórnarinnar” – men tá vildi hon ikki hoyra skilatalu frá Løkke! Soleiðis er politikkur eisini...

Stílurin
Samanborið við endurminningar hjá teim gomlu oddvitum ríkisins: Kampmann, Krag, (Auken, Vilhjelm, Bjerregaard), Anker, Nyrup og Fogh etc. er stílurin hjá Løkke framúr - bæði lættur, ljósur og livandi. Og kjarnin í bókini er væl betri frágingin, enn ummælini av bókini eru.

Høvundurin hevur eina “Hemingway’ska” tilgongd til tey skiftandi evnini. Nakað sum tað, ið Heðin Brú klárar við “Feðgum á ferð”, har hann innreiðir við orðunum: “Tað liggur ein GRIND á Sørvíksfirði.” Ella sum J.P. Jacobsen: “SOMMER var det.” Straks ERT tú bara har!

Flokkurin
Flokkurin er tigandi. Flestu kritikarar snerkja krakelskir og írættasetandi. Men hvat skal ein framúr, sera væl begávaður og nýliga fráfarin stjórnarleiðari gera við sína orku, evnir og sínar mongu lívsroyndir?

Sita kúrrur í skammikróki, kanska? Halda summi helst. Ella velja at gera sum tann “skrappi” Fogh og tann “fnisandi” Thorning-Schmidt - at gafla sær ein ella annan feitan oddasess uttanlands?

Ein djarvur maður er Lars Løkke, ið, sum vanligur tingmaður, við vælvaldum orðum torir at bjóða tí lofnaðu politisku skipanini av. Ein ogn fyri einhvønn flokk!

Jens Otto Krag
J.O. Krag, cigarhandlarasonur úr Randers, fór frá sum stjórnarleiðari og úr politikki longu 58 ára gamal, Møddur av orrustuni. Bleiv ráðharri 33 ára gamalur. Vildi aftur finna sína fortíð og føtur, gerandis. Góður politikari og orðsnildingur, sum dámdi at mála myndir við “Skiveren”. Hevði tvey forlist hjúnaløg við tokkaligari svenskari og seinni danskari sjónleikarinnu.

Hann undirvísti so eitt skifti við Aarhus Universitet, studentarnir mótmæltu (teir skuldu heldur takka fyri!) – nei, vildu ikki hoyra ein royndan politikara – soleiðis live!

Síðani eitt ár í starvi í USA, men - sum “fyrrverandi” forsætisráðharri – royndust fyrru vinir hansara har yviri hálir. Soleiðis er tað við maktini...

Nýbrotið varð eitt vónbrot. Krag gleið alt meiri inn í tað hála hellið, at fukta góman í meira lagi, sigst - og doyði brádliga, bara 63 ára gamal – einsamur og púra ógagnnýttur!

Svikið
Løkke sneiddi, tann 31. august 2019, alt tað blóð-tevjandi pressuliðið av, og fór út aðra leið, og eftir stóð so rangsnúðni næstformaður hansara – tárandi – ið fekk hugin at reika til hvarvið á sinni: "Et tu, Brute?" ("Eisini tú, Brutus?") og til Judasar-kossin í garðinum - fyri tríati seklar av silvuri...

Svikið fall á næstformannin við, sum samstundis fór frá konu sína eftir 21 árum (3 synir) til frama fyri eina vakra sangarinnu (ella songfugl?) - at vederkvega sína særdu sjel við - sum vónandi syngur líka væl og leingi, sum náttargali keisarans í Kina hjá H.C. Andersen.

Lívsvirði
Tó, hvat er betri - táið í táttar í lívinum – enn at hava nøkur felags lívsvirði - eitt nú við góðu konu síni, Sólrun, og børn teirra: Bergur, Símun og Lisa.

Sólrun er ættað frá teim hendinga, lítillátaðu fólkunum á Bakkanum á Syðradali, teim hegnigu, rokaligu úr Mikladali, úr hugburði Háskúlans í Føgrulíð og frá Sigurði, abbanum, ið var eitt “fýrverkarí” at hitta: í rættinum, í nevnd (MAJ) ella inni á kondittarínum hjá Restorff á “Glade Hjørn”.

Lars Løkke velur í bók síni erliga at siga sína søgu, sum hon er. Og tað er gott. Honum dámar sera væl í Føroyum og í Grønland við - og tað er heldur ikki so galið, ha?

So Læars, vinur okkara, koyr bara á við fullari skrúvu – við øllum góðynskjum hiðani.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo