Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesi myrku tíð - har ikki bara vetrarmyrkrið er yvir okkum - nei, eisini tað andaliga myrkrið.

Ágangurin á tey kristnu-moralsku virðini er so stórur sum ongantíð fyrr.

Homosexualitetur, kynsskifti, kynslig nálgan uttan giftarmál og tær myrku kreftirnar, sum fjeppast uppi í Nólsoyar Pálli.

Allar hesar ræðuligu syndir eru við at leiða okkara kristiliga-moralska samfelag í æviga glatan.

Men so hendir tað!

So birtist eitt ljós!

Eitt ljós, sum gevur vónir um eina bjarta framtíð.

Úr Flatlondum koma tveir vísir menn.

Øgiliga vísir!!

Teir vita at tað einasta, sum kann bjarga okkara samfelag frá andaligum-moralskum undirgangi, eru PENGAR FRÁ DANSKA FÓLKINUM - NÓGVIR PENGAR!!. (Pengar frá danska fólkinum hava størri andaliga kraft enn pengar frá føroyska fólkinum.)

Tí koma teir við GLEÐIBOÐSKAPINUM:

"Vit hava verið í lummunum á danska fólkinum og tikið pengar til tykkara".

Ja, er tað ikki stórt!! HALLELÍJA!!

Hvat hava vit ikki nógv at takka Harranum fyri!!!

Tá Harrin sendir gávur til okkara er tað ikki penalarhús, nei, tá er tað  milliónir, nógvar milliónir av krónum.

Harri, vit lova og prísa tær fyri okkara vísu menn og teirra stóru gávu.

AMEN!

Við hesum fáa orðum fari eg at lýsa teir tveir vísmenninar sum føroyskar tjóðarhetjur og halgimenni.

Samstundis verður Nólsoyar Páll lýstur í bann.

Tí hvat skullu vit við eina skúmisleiv - tá vit hava tveir andaliga-moralskar úrmælingar, sum teir tveir vísmenninar úr Flatlondum?

Kristoffur D Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo