Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Undan Anniku Olsen hava fimm borgarstjórar havt leiðsluna á Vaglinum, meðan arbeitt hevur verið við heildarætlanini fyri Tórsvøll. Soleiðis ber til at rokna út, at verkætlanin hevur verið leingi ávegis, og øll árini hava verið merkt av góðum samstarvi millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya, umframt aðrar samstarvsfelagar á leiðini.

Vestara langsíða, sum umframt áskoðarapláss, eisini fer at húsa skiftingarrúmum, spælaratunli, og miðlafólki í samband við landsdystir, er næstseinasta byggistig á Tórsvølli.

Borgarstjórin sigur, at tá langsíðan er liðug næsta ár, skal farast undir økið sunnanfyri Tórsvøll sum skjótast, soleiðis at heildin verður snøgg og innbjóðandi fyri fólk í øllum aldri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo