Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tá klokkan var farin um midnátt heima í Føroyum - og Atlantsflog fylti 30 ár - lendi QF 1934 hjá í Alice Springs. Australska Quantas fleyg túrin úr Perth við einum aldrandi Boeing 717-200, sum vardi 2 tímar og 40 minuttir.

Býurin Alice Springs liggur sum ein oyggj mitt inni í oyðimarkarlendinum á australska kontinentinum. Tað eru 1500 kilometrar suður til Adelaide og 1500 kilometrar norður til Darwin, sum eru nærmastu býir.

Men har býr fólk ymsastaðni á leiðini millum býirnar og úti í “bushinum” ella “the outback”, sum tey eisini rópa tað.

Upprunin til Alice Springs var ein telegrafstøð, sum varð etablerað í 1872, so kaðalsamband kundi knýtast úr høvuðsbýunum har suðuri upp til Darwin og hagani til Asia og longur út í heim.

Telegrafstøðina bygdu tey við eina av fáu keldunum á leiðini, og keldan bleiv kallað upp eftir konuni hjá telegrafbestýraranum, sum sjálvandi bar navnið Alice.

Býurin, sum vaks rundanum støðina, fekk í tríatiárunum somuleiðis navnið Alice Springs. Tá búðu 200 fólk í býnum, sum hevði trý bryggjaríir.

Sum frá leið gjørdist Alice Springs eisini miðdepil fyri tænastur til bæði upprunafólk og tilflytarar, sum eru spjaddir kring stóru fløturnar í miðjum Australia.

Ein tænastan snýr seg um “Flying Doctors”, sum fleiri ivaleyst hava hoyrt ella lisið um. Flúgvandi læknatænastan er ein serlig australsk skipan, sum varð stovnað í 1927. Frá eini skaðastovu í Alice Springs flúgva tey út til búsetingar, bóndagarðar og smærri bygdir, tá heitt verður á tey. Um neyðugt taka tey sjúklingin við heim á skaðastovuna.

Royal Flying Doctor Services virkar framvegis og er størri nú enn nakrantíð. Tænastan hevur 70 flogfør - tey flestu av slagnum Pilates PT 12 - sum lættliga kunnu konfigurerast til ymsan sjúkraflutning. Tænastan røkkur nú um alt Australia, og tey flyta umleið 300.000 fólk hvørt einasta ár.

Onnur tænastan snýr seg um flúgvandi lærarar og “fjarlestur” fyri børn í umráðnum, sum verður samskipað úr Alice Springs. Hvønn skúladag hava lærarnir samband við skúlabørn á ymsum gørðum og búsetingum, og við jøvnum millumbilum flúgva teir við smáum flogførum út til børnini. Nakrar ferðir um árið samla tey børnini til felags undirvísing í Alice Springs.

Tað er so nógv annað at fortelja frá hesum “metropolinum” við 27.000 íbúgvum “in the middle of nowhere”, men eg skrivaði hesi orðini, tí eg vildi bera tjóðarflogfelagnum eina kvøðu á 30 ára degnum.

Eins og Alice Springs liggja Føroyar eisini fjart frá øðrum metropolum, og Atlantsflog røkir týðandi samfelagsuppgávur sum at knýta sambond millum Føroyar og umheimin við flogførum og millum útjaðara og miðstaðarøkið við tyrlum, eins og telegrafstøðin í Alice Springs gjørdi tað í síni tíð.

Bjargingartænastan við tyrlum og ambulansuflutningurin við flogførum er onki minni enn tann føroyska versiónin av “Flying doctors” í Alice Springs. Tað hava verið boð eftir báðum bæði tíðliga og seint, og ofta hava tey gjørt munin undir truplum umstøðum.

Søgan um Alice Springs er eisini søgan um nakrar serliga treiskar pionerar, sum noktaðu at viðurkenna, hvussu vónleys uppgávan var, sum tey vóru farin undir, tá tey royndu at byggja upp eitt býarsamfelag mitt í oyðini.

Somu søgu kunnu vit siga um pionerarnar, ið løgdu lunnar undir Atlantsflog, og tann pionerandan, sum hevur valdað øll árini, meðan felagið stútt og støðugt menti sítt virksemið.

Ofta var brekkan brøtt - onkuntíð so brøtt, at tað minti um “mission impossible”. Men vilji, evnir, hugur og samanhald kunnu vinna á flestu avbjóðingum. Og soleiðis hevur eisini verið hjá Atlantsflog.

Á føðingardøgum hava vit hug at minnast tær bestu løturnar, men í hesum førinum er ringt at taka dagar millum tær nógvu góðu løturnar.

Eg kann kortini taka fram nakrar “sigrar” burtur úr rúgvuni, sum tá fyrsta yvirskotið gjørdist veruleiki í 1995, og tá flotin varð tvífaldaður (til tvey flogfør!), og tá stóra stigið var tikið til at skipa ein SAR tænastu.

Men har var eisini stóra menningin í leiguflúgving uttanfyri landoddarnar í nullunum, tá flotin vaks upp í sjey flogfør. Og so serliga hepnu hondina við skiftinum frá gomlu BAe flogførunum til framkomna Airbus flotan, sum lat upp fyri heilt nýggjari menning í føroyskari flogferðslu.

Sjálvandi var tað eisini ein stór løta, tá europeiski felagsskapurin fyri flogfeløg ERA heiðraði felagið fyri avrikini, men onki av hesum bar til uttan eldhugaðu starvsfólkini, sum altíð hava tikið stór tøk, tá tað var brúk fyri tí.

Men tað bar heldur ikki til uttan ta stóru undirtøku føroyingar altíð hava víst felagnum. Virðingin fyri starvsfólki og viðskiftafólki vóru lyklaorð í menningini og verða tað eisini frameftir.


Takk fyri nógv góð ár og blíðan byr

Alice Springs 28. mars 2018

Magni Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo