Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hann er føddur í Klaksvík 2. august 1942.

2. august í ár fyllir Sigurð 80 ár.

Hann gekk í skúla í 7 ár frá 1949 til 1956 og so varð farið til skips.

Mars 1957 fór hann við sluppini “Høganes” á Suðurlandið við Dia á Roykheyggi sum skipara, men alt summarið vóru teir í Grønlandi og á heimreisuni fylti Sigurð 15 ár.

Seinni fóru teir á sild á Norðurhøvum.

Á jólum í 1957 fór Sigurð við “Skálaberg” við Kaj Johannesen sum skipara, fyrst sum messudrongur í hálvt annað ár og sum dekkari í 8 ár, tó við onkrum stuttum túrum við øðrum skipum.

Heystið 1967 fór Sigurð á Føroya Sjómansskúla og tók prógv sum skipsførari á heysti í 1969. Skilagóður, nærlagdur og ærukærur sum hann er, var hann millum teir bestu.

Komin av skúla fór Sigurð við “Fuglfirðingi”, sum stýrimaður hjá

beiggjanum Árna, sum var skipari. Sigurð avloysti Árna onkrar túrar sum skipari.

Sjálvur fekk Sigurð skip at føra tey næstu árini, og frá januar 1971 til januar

í 1988 kom Sigurð at føra føroysk og grønlendsk skip.

Fiskirannsóknarstovan hevði gjørt royndir við at fiska svartkjaft.

Sigurð, sum skipari, dámdi væl at ganga nýggjar leiðir í fiskivinnuni.

Hann varð biðin um at føra “Leivur Øssursson” til ídnaðarfiskiskap í Norðsjónum. Men í apríl 1976 riggaðu teir skipið til at fara á svartkjaftaveiðu vestanfyri Bretsku oyggjarnar og seinni við Føroyar. Og er tað hetta skip við Sigurði sum skipara, ið landaði tað fyrstu kommersiellu svartkjaftalastina til

Havsbrún og harvið legði lunnar undir tað, at fiska svartkjaft við flótitroli.

1981 verður Sigurð biðin um at føra verksmiðjitrolaran “Giljanes” at fiska svartkjaft við flótitroli. Hesin fiskiskapur, flaka- mjøl- og lýsi framleiðsla eydnaðist sera væl. Fiskaríðið minkaði, og eigarnir vildu fiska rækjur, men Sigurð metti ikki, at skipið var egnað til henda fiskiskap, og tí segði hann kjansin frá sær.

Tá ið Sigurð legðist uppi í 1987, fór hann at arbeiða í alibrúkinum hjá Kristin Leiti, til hann fekk sítt egna aliloyvi á sumri í 1988.

Danski bankastjórin í Føroya Banka spurdi Sigurð, um tað var hann, sum arbeiddi øðrvísi enn hinir alararnir og fekk gott úrslit. Flestu alarar vóru knýttir til Fiskasøluna, men ikki Sigurð. Hann arbeiddi saman við Gregersen monnunum í Gøtu, tá ið fiskur skuldi takast, skiljast, setast út og nær rætta løtan var at selja laksin.

Í 1997 seldi Sigurð alibrúkið við vinningi.

Sigurð, arbeiðarafeløgini í Fuglfirði og onnur, høvdu keypt Rock Amador, sum fekk navnið Boðasteinur. Tað gekk væl við Boðasteini m.a. á Búrfiskaveiðuni, sum nøkur ár seinni varð forboðin av myndugleikunum.

Sigurð varð valdur til Borgarstjóra í 2001 og varð sitandi sum Borgarstjóri í 3 setur. Hetta vóru 12 ár við stórari menning á øllum økjum, tí Sigurð og teir/tey sum stuðlaði honum vóru sera virkisfúsin fólk og fevndu breitt um alt og øll í bygdini. M. a. fríðkan av bygdini har Kommunan setti í starv professionel fólk so sum gartnara, grótlaðara og anleggsgartnara og fyri at fáa borgaran við, varð útskrivað urtagarðskapping, sum seinni eisini kom at umfata virkini.

Til valið í 2000 høvdu allir vallistarnir á skrá, at nú var tíðin komin at rudda og fríðka í allari Kommuni. Hetta fekk góða undirtøku frá veljaranum. Eisini varð ein bólkur settur at taka niður gomul neyst og bygningar.

Í hesum tíðarskeiðnum – 2001 til 2012 vóru keypt 70.000 m2 til útstykkingar og vóru 50 byggiloyvi útskrivað og 200 parkeringspláss gjørd.

Fuglafjarðar Kommuna var í fleiri ár tann Kommuna sum brúkti lutfalsliga mest pengar uppá Mentanarlívið.

Kommunan keypti Ribarhús/Piddasahandil, húsið til Ellisakfør og Mentanarhúsið.

Mentanarhúsið varð gjørt til ein kommunalan stovn við settum stjóra og hjálparfólki.

Hesi húsakeyp hava fuglfirðingar verið glaðir fyri og møta væl upp til tey tiltøk, ið verða hildin í nevndu húsum.

Í 2008 stóð Kommununi í boði eina spennandi orkuverkætlan. Sum tann skilamaður Sigurð er, innkallaði hann alt Býráðið og eisini tað nývalda til fundar saman við stigtakaranum. Øll tóku undir við at stuðla verkætlanini, og longu á vári í 2009 stóð verkætlanin, ið byggir á grøna orku við sólfangarum, vindmyllum, elektrolyzara, brennikyknu, battarískipan og vetnisgoymslu, liðug. Henda verkætlan, ið er tann fyrsta av sínum slag í heiminum, ið kundi framleiða brint beinleiðis frá vindmyllum, hevur ikki havt stóran áhuga hjá viðkomandi stovnum. Bert tey, sum tá mannaðu Løgtingsins Fíggjarnevnd og nakrir fáir politikarar, vístu áhuga fyri hesari slóðbrótandi verkætlan.

Úti í heimi hevur verkætlanin vakt stóran ans hjá týska Siemens og Canadisku Ballard. Hesar fyritøkur hava verið í Føroyum við ymsum loysnum fyri at fáa eitt samstarv í lag, so skipanin kundi vera við at balansera netið, men sjálvt um Sigurð av øllum alvi royndi sítt, vildu feløg og myndugleikar einki gera. Tí er støðan, sum hon er, man klárar ikki at taka ímóti vindorkuni frá vindmyllulundunum. Mentamálaráðið eigur i dag skipanina, har brinttøkniliga útgerðin hevur staðið óvirkin í fleiri ár, og vindmyllurnar kunnu detta niður vegna vantandi viðlíkahald. Eisini frálæra um hesa tøkni á Setrinum og Vinnuháskúlanum var ein týðandi partur av hesi verkætlan. Hetta hava landsmyndugleikarnir ikki megnað og Sigurð og fleiri við honum eru sera hørm um støðuna.

Sigurð er góður at umgangast og vera saman við, men kann hann eisini seta tingini í relieff. Um ein mann, sum hann skuldi samarbeiða við, segði hann: ”Vit kenna mannin, hansara meiningar og hvørja kós hann heldur, hann vilja vit samarbeiða við, um nakar ger seg inn á viðkomandi, vilja vit verja mannin politiskt og umsitingarligt.”

Sigurð var ein góður Borgarstjóri.

Nógv fólk hava gjøgnum ár og dag sitið til borðs hjá Sigurði.

Øll rósa honum fyri góðan mat og gestablídni.

Sigurð er góður við sína familju, sína bygd, fuglfirðingar og føðilandið Føroyar.

Sigurð heldur 80 ára føðingardagin í Danmark saman við sínum nærmastu.

Hjartaliga til lukku við 80 ára føðingardegnum.

Dánjal Vang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo