Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd samstarva um tiltak, har vit koma við okkara uppskoti til ársins leskiliga summardrykk uttan alkohol.

Summar í Føroyum merkir stevnur og festivalar. Og ofta eisini øl, cider og vín. Ikki øll ynskja at drekka alkohol – og skal tú koyra vinirnar trygt heim aftaná festivalin, ella veitsluna, er týdningarmikið at hava leskilig alkoholfrí alternativ.

Flest øll eru samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman, men framvegis henda álvarslig ferðsluóhapp orsaka av rúsdrekkakoyring.

Fyri at tað skal vera samanhangur millum hugburð og atburð, er týdningarmikið at hvør einstakur tekur ábyrgd og sigur frá, tá onkur ætlar at koyra við rúsdrekka í blóðinum. Sum tað mest nátúrliga at avtala hvør skal koyra heim – áðrenn veitslan byrjar – og syrgja fyri at bjóða leskilig alternativ til góman. Tá ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur.

Gutti Winther hevur sniðgivið ársins leskiliga alkoholfría summardrykk ”Heilt Appilsinfríur”. Drykkurin er ein frísklig samanrenning av rabarbum, hvonn, stjørnuanis og ingifersodavatni. Og vit skulu heilsa og siga, at hann er sera vælsmakkandi.

Ókeypis smakkiroyndir

Leygardagin, 29. juni 2019, ber til at royna leskiliga drykkin, tá Blái Krossur Føroya letur ókeypis smakkiroyndir. Hetta hendir í ”Liv lívið” bingjuni hjá Bláa Krossi, ið kemur at standa á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu. Smakkiroyndirnar kunnu roynast frá kl 17, til onki er eftir. Vónandi fara nógv at taka av tilboðnum og royna drykkin.

Hevur tú hug at royna teg sum ’blandara’? Her er uppskriftin – líka til at prenta út. Vælgagnist!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo