Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í gjárkvøldið helt Kristina Grumstrup fyrilestur í Vestmanna um lívið, sum broyttist eftir ógvisliga brunavanlukku, í kvøld er Norðurlandahúsið karmur um fyrilesturin.

Tá Kristina hjá Mathildu og Viggo Dam í Vestmanna 14. juni í 1962 var úti fyri eini álvarsligari brunavanlukku, vóru ongar vónir fyri, at hon kom frá hendingini við lívinum. Men viljin at liva var ov sterkur, og nú kemur Kristina til Føroyar at greiða frá hendingini, stríðnum og lívi sínum annars.

Kristina flutti til Danmark fyrst í 60’unum at læra sum laborant, men longu í byrjanini av lærutíðini varð hon sett at gera eina vandamikla blanding av kemiskum evnum. Blandingin brast og eldur kom í Kristinu. Hon var brend um allan kroppin, og hevði 3. grads brunasár á so stórum parti av kroppinum, at tað var væl meira enn tað mesta man visti um, at ein persónur hevði yvirlivað áðrenn hetta. Men Kristina yvirlivdi.

Seinni hevur hon tikið útbúgving sum námsfrøðingur og hevur livað eitt virkið lív í Hornbæk, saman við manni sínum dananum Jørgen Grumstrup og teirra døtrum.

Fyrilesturin á heiminum á Grønanesi í Vestmanna var væl vitjaður og eydnaðist sera væl, m.a. vísti hon myndir av skaðunum, og tað kann tykjast ótrúligt, at nakar kann yvirliva tílíkan skaða. Í kvøld, hóskvøldið 16. juni kl. 19.30 verður møguleiki at hoyra hana siga frá í Norðurlandahúsinum í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo