Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í fleiri vetrar havi eg havt tann stuttleika at verið undirvísari hjá “Tórshavnar kvøld – ungdóms og listaskúla”. Eg havi bara gott at bera hesum skúla.

Nakað komin til árs, farin um tey 65 í heyst, helt eg, at tíð var komin at gevast og lata yngri sleppa framat.

Tó so, okkurt skulu tómar hendur takast við – havi í fleiri ár havt tankar um at gera okkurt við rúgvuna av gomlum illa farnum bókum, sum standa ella liggja í bókahillunum. Flestu av teimum eru bøkur, sum eg havi arvað, sonevndar “paperbacks” ella heftar bøkur.

Plagdi, ta tíðina eg “sigldi úti”, at taka nakrar bøkur við hvønn túr, hóskandi tal til tíðina man kundi rokna við at vera burtur. Sera gott at hava góðan lesnað á mongu frívaktunum, fjart frá landi skotin.

Synd at siga at bøkurnar altíð vóru í besta standi, tá pakkað varð útaftur aftaná at taskur og kuffert høvdu verið um nógvar hendur, og høvdu verið syft og tveitt millum transportbond, vognar og flogfør í ymsu lufthavnunum á veg út- og heimaftur.

Tí helt eg tað vera eitt frálíkt hugskot at melda meg til bókabinding hjá “Tórshavnar kvøld – ungdóms og listaskúla.”

Tíðliga í heyst, eg fylgdi væl við fyri ikki at gerast ov seinur, meldaði eg meg til annað av tveimum skeiðum.

920 kr blivu goldnar pr. umgangandi so var onki at rafla um. Vit skuldu byrja beint aftaná heystfrítíðina.

Stutt áðrenn heystfrítíðina frætti eg frá læraranum, at skeiðið var eitt sindur útsett. Eina ella tvær vikur.

Okkurt vrøvl var við undirvísingarhølinum. Eg skuldi frætta nærri.

Jú eg frætti nærri.

Tað vísti seg, at onkur var fluttur inn í undirvísingarhølið og verkstaðið, har henda bókabindingarundirvísing var farin fram í áravís. At búgva.

Nú býr onkur har. So undirvísingin mátti útsetast eitt sindur afturat.

Og ongin veit ordiliga, hvat skal gerast við hetta.

Eg spurdi aftur nakað seinni, støðan óbroytt.

Men – jú jú, tímarnar skulu vit fáa í hinum endanum.

Nú eru vit farin um stytsta dag, jólini eru farin afturum, nýggjár stendur fyri framman, og vit ganga móti ljósari tíðum, tankarnir byrja at leita eftir várinum og ikki sørt at vetraraktivitetirnir líkasum fara eitt sindur afturum í raðfestingini.

Ikki tí – eg føli meg ólukksáliga solidariskan, nú í hesi tíð við bústaðarneyð, at eg soleiðis kann vera við til at hjálpa onkrum, sum hevur bústað fyri neyðini.

Haldi tí eisini, at tað hevði verið sjálvsagt, at tey, sum hava hetta hjálpararbeiði um hendi, kundu meldað út og sagt, hvagar fólk í bústaðarneyð skulu venda sær, um tey vilja sleppa at búgva hjá “Tórshavnar kvøld – ungdóms – og listaskúla.”

Gott nýggjár øll somul.

Hoyvík, 30. desember 2019
Jan Bendtsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo