Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggjur smittutilburður av korona varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi er smittaður í Føroyum. Í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu viðkomandi er blivin smittaður.  

Dimmalætting veit at siga, at talan er um starvsfólk á Setrinum. Hesum hevur leiðslan boðað frá, og samstundis tikið neyðug atlit.

448 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 259.984 kanningar.

671 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 667 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru tríggjar persónar smittaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo