Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sólvá Klæmintsdóttir úr Runavík, Sonja Michalsen úr Kunoy og Sára Heðinsdóttir úr Fuglafirði ganga á fyrsta ári á Tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík. Í samband við lærugreinina Tøknifrøði taka tær lut í miðnámsskúlakappingini Ungt Virki, og saman við tveimum gentum afturat varða tær av virkinum Penta, sum arbeiðir við at menna og framleiða áðurnevnda haldaran til mjólkapakkar.

Tilvildarligt hugskot rakti stóran gerandistrupulleika
- Hugskotið kom nokk so tilvildarliga ein dagin, har vit fjasaðu við at stoyta juice í munnin hjá hvørjum øðrum og sannaðu, at tað var nokkso torført at raka rætt. So funnu vit útav at málrætta haldaran til fólk, sum vegna ristingar í hondunum hava ilt við til dømis at raka glasið, tá ið tey skulu fáa sær mjólk, fortelur Sólvá.

Genturnar høvdu sjálvar sæð fólk við eitt nú Parkinsonsjúku hava ampa av ristingum í samband við heilt vanlig gerandisting, sum til dømis at stoyta úr einum mjólkapakka. So ætlanin við haldaranum er sprottin beinleiðis úr einum ynski um at gera gerandisdagin eitt sindur lættari hjá teimum, ið darvast av ristingum.

- Vit vóru eisini í samband við Íverksetarahúsið í Klaksvík, har vit fingu hjálp til at menna hugskotið og at kanna marknaðarmøguleikarnar fyri haldaran, fortelur Sólvá. - Ja, og so hava vit verið í samband við nærum øll hugsandi feløg, har vit ímyndaðu okkum at fáa vitan og hagtøl um trupulleikarnar av ristingum, sigur Sonja.

Genturnar spurdu seg fyri hjá Parkinsonfelagnum, Gigtafelagnum, Sklerosufelagnum, Spastikarafelagnum og Eldrafelagnum, umframt á eldraheimi. Og hóast eingi hagtøl finnast fyri, hvussu nógvir føroyingar stríðast við ristingar, so hava tær fingið nógva góða vitan burtur úr sambandinum við feløgini. - Feløgini vóru sum heild sera jalig um hugskotið, og fleiri søgdu, at nógv ivaleyst høvdu keypt ein slíkan haldara, um hann var á marknaðinum, sigur Sára.

Framleiða undir góðum umstøðum

Í løtuni arbeiða genturnar við sjálvari framleiðsluni av haldaranum og menningini av tí mekanismuni, sum skal gera haldaran effektivan. Til hetta brúka tær karmarnar á Tekniska Skúla, sum tær eru sera glaðar fyri.

- Skúlin húsar jú eisini handverkaraútbúgvingunum, og tí eru sera góðar umstøður í mun til verkstøð og amboð, sum vit sleppa at brúka, tá ið vit vilja, sigur Sólvá. Og Sára leggur afturat: - harafturat hevur skúlin fyri stuttum keypt ein 3D printara, sum vit eisini sleppa at brúka. So við honum kunnu vit royna at printa haldaran út í plastikki. Tað er rættiliga framkomið og stuttligt at royna, sigur Sára.

Ein onnur framtíð
Sjálvt um gentunum dáma væl at arbeiða við íverksetan, so hava tær eisini aðrar vónir og ætlanir fyri framtíðarútbúgving.

- Eg droymi um at gerast tannlækni, og tí valdi eg Tøknibreytina. Her fái eg allar tær lærugreinarnar, sum eg skal brúka til at sleppa inn á tannlæknaútbúgvingina, fortelur Sólvá. Hinar báðar eru í stóran mun samdar við henni. - Tað er bæði stuttligt og læruríkt at vera við í Ungt Virki, og vit hava fingið eyguni upp fyri nøkrum av teimum møguleikunum, sum eru innanfyri íverksetan, sigur Sonja og Sára tekur undir við henni. - Á skúlanum er sum heild nokkso spennandi og fjølbroytt at vera, tí vit altíð sleppa at royna tingini, sum vit skriva um, í verki eisini, sigur Sára. - Tað er hetta virkið eisini eitt gott dømi um, sigur hon at enda.

Fiktiva fyritøkan Penta er ein av tilsamans níggju, sum umboða Tekniska Skúla í Klaksvík í miðnámsskúlakappingini Ungt Virki í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo