Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tá ið radarstøðin í Mjørkadali varð bygd í 1960'unum gingu 33 børn í Kaldbaks skúla eitt skifti. Hetta vóru børn hjá teimum, sum bygdu støðina og yvirhøvur donsk børn hjá NATO-herfólki, ið var knýtt at støðini í Mjørkadali. Tá ið støðin var liðug, minkaði talið á næmingum heilt niður í átta.

Næmingatalið hevur verið rættiliga ójavnt, síðan skúli kom í Kaldbak í 1911. Hetta var ein ógvuliga lítil skúli við bara einari skúlastovu. Men hesin skúlin var so at siga óbroyttur heilt til 1970, tá ið bygt varð aftrat.

Bygdin vaks, tá ið Tórshavnar kommuna og Kaldbaks kommuna løgdu saman í 1976, og hon vaks uppaftur meir, tá ið vegurin kom í 1982. Eftir samanleggingina varð skúlin útbygdur við einari lon, og hann er nú bygdur í hestaskógv. Tvær skúlastovur vóru nú í skúlanum umframt lærarastova. Hann varð aftur útbygdur í 2003, og har hava síðan verið tríggjar skúlastovur.

Eingin fimleikarhøll er í Kaldbaks skúla, men næmingarnir í øllum flokkunum fara annanhvønn mánað til Havnar í Gundadal at svimja, og annanhvønn mánað hava tey fimleik í Fimi. Tey eldru – 5., 6. og 7. flokkur svimja og hava fimleik í Eysturskúlanum í Havn.

Í Kaldbaks skúla ganga næmingar úr 1. upp í 7. flokk. Skúlin er tvey- og trísporaður, og næmingarnir í Kaldbaks skúla fara vanliga í framhaldsdeildina í Eysturskúlanum í Havn.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo