Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í august mánað fáa borgarar møguleika at seta sín persónliga dám á miðbýin í Havn. Verkætlanin ‘Ein livandi mentanararvur’ bjóðar øllum borgarum at geva árabátum, boyum, seyðahornum, ullpløggum og øðrum eitt nýtt skap.

Lutirnir verða settir ymsastaðni í miðbýnum í Havn til tess at skapa pláss til tilhald, lív og spæl. Alt fer fram á eini verkstovu, sum verður hildin 14. - 20. August.

Borgararnir sleppa at endurnýta, hugsa nýtt og seta í verk. Endamálið er at fáa serføroyskar mentanarlutir at gerast partur av miðbýnum í Havn.

- Alt ber til, og tað er bara at nýta hugflogið. Kanska vit fara at byggja eitt hoppiland úr boyum, eitt klatriland úr seyðahornum ella okkurt triðja. Saman fara vit at hugaroka, tekna, mála og byggja og samstundis skapa ein livandi, stuttligan og litríkan bý, siga fyrireikararnir Sissal Fosaa, Marita Svartá og Hans Óli Højgaard.

Tey leggja aftrat, at øll eru vælkomin at taka lut – bæði stór og smá, ung og gomul.

Soleiðis kanst tú taka lut:

• Far til verkstovuna ‘Ein livandi mentanararvur’ frá 14.-20. august í Perluni, Tórsgøta 3, 100 Tórshavn. Tú ræður sjálv/ur fyri, hvørjar dagar tú ert við. Teir fyrstu dagarnar finna vit í felag fram til, hvussu tað útvalda økið í miðbýnum skal síggja út. Teir seinnu dagarnar fara vit at byggja og prýða økið. Skrá kemur út seinni.

• Stuðla við ull/bundnum pløggum, seyðahornum, -skøltum og øðrum lutum, ið tú heldur eru hóskandi til verkætlanina. Hetta kann latast inn í Snarskivuni.

• Skriva á Facebookveggin hjá verkætlanini ‘Ein livandi mentanararvur’ um góð ráð og hugskot til verkætlanina.

Verkætlanin fer fram í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Les meiri á Facebookbólkinum: facebook.com/einlivandimentanararvur.

Hevur tú einhvønn spurning um verkætlanina, kanst tú seta teg í samband við fyriskipararnar:

Sissal Fosaa 212318
Marita Svartá 296947
Hans Óli Højgaard 260459

Stuðlað verkætlanini hava: Tórshavnar kommuna, Mentanargrunnur Landsins, Føroya tele og Faroe Ship.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo