Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu er uppá 1000 mió. kr.

Tað er ikki smápengar talan er um, tá Tórshavnar kommunan skal leggja fíggjarætlan.

Skattainntøkan er beint omanfyri milliardina, og innanfyri teir karmarnar skal kommuna húsast.

Í heilt rundum tølum kostar tað 850 mió. at hava vanliga raksturin koyrandi, og at 200 mió. eru til nýggjar íløgur árliga.

Verður raksturin dýrari, so verður minni til íløgur, og hinvegin kann tú lækka rakstrarútreiðslurnar, ja, so kunnu fleiri íløgur gerast.

Tí er umráðandi, at ein skinsamur fíggarpolitikkur verður førdur av okkara fólkavaldu býráðslimum.

Tað er løgi, at eingin av teimum, ið bjóða seg fram, hevur tikið fíggjarpolitikkin uppá tungu. Tað er kanska lættari og stuttligari at lova gull og grønar skógir, enn at tosa um turran fíggjarpolitikk.

Eitt er vist, at hjá mær er skinsamur fíggarpolitillur í hásæti, har slagorið er : “Meira fyri hvørja krónu.”

Jan Christiansen, Listi A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo