Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Umframt vána umstøðurnar á Frælsinum er størsti trupulleikin hjá Setrinum, at deildirnar eru so spjaddar. Ikki bara er Námsvísindadeildin tvíbýtt við, at skrivstovurnar eru í Nóatúni, meðan tey lesandi eru á Frælsinum; hinar deildirnar eru staðsettar um allan miðbýin.

Spjaðingin ger, at deildirnar ikki fáa nóg gott gagn av hvørjari aðrari, og eitt nú gongur tað alt ov trekt at gagnnýta læringsførleikarnar á Námsvísindadeildini, at betra um undirvísingarførleikarnar á hinum deildunum – og at gagnnýta fakligar førleikar av øðrum deildum á Námsvísindadeildini – tó at batar eru at hóma í so máta.

Besta loysnin er nokk at høvuðsumvæla bygningin á Frælsinum í stigum, og at brúka tað til at seta ferð á at savna alt virksemið á Fróðskaparsetrinum í eitt samanhangandi umhvørvi. Eitt “kampus” av Frælsinum og oman til Landsbókasavnið og víðari út á Vestaru Bryggju.

Bygningurin á Frælsinum hevur sjey lonir, og tær kunnu umvælast ein fyri og onnur eftir, so at lesandi og starvsfólk kunnu vera í einum parti, meðan hin parturin verður gjørdur klárur. Økini millum lonirnar eru ongantíð komin til sín rætt, men tað átti at borið til at gjørt hesi útiøkini brúkilig við fleiri útgongdum og glastekjum.

Tað skrivar Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo