Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heimaflotin er vorðin eldri. Sjálvt teir nýggjastu av partrolarunum, fara at eldast, og orkunýtslan hjá teimum er ein avbjóðing bæði fyri eigarar, og samfelagið. Vit eiga jú at finna loysnir sum avmarkað útlátið.

Viðvíkjandi upsafiskiskapi, dýrari olju, eldri skipum, og minni góðum umstøðum til manningarnar, bæði í sáttmálum/vaktarskipan, og arbeiðsumhvørvi, er nógv sum bendir á, at tíðin er komin at bróta upp úr nýggjum.

Eftir mínum tykki eiga almennu Føroyar at spæla við, í royndini at endurnýggja tey 8-9 pørini, sum royna undir Føroyum í dag.

Kravið skal vera at byggja í Føroyum, sum so aftur skapar støðugt arbeiði á føroysku skipasmiðjunum.

Samlaða íløgan at gera ein skipapakka fyri tey 8-9 pørini, kemur helst at liggja um u.l. 1,7 mia.kr, um valt verður at gera systurskip.

Eftir mínum tykki kundi landið t.d. stuðlað við einum fjórðingi av upphæddini. Treytin kundi so verið at landið fekk peningin aftur, um skipið var selt av landinum.

Ivaleyst kunnu 2-3 skip byggjast í hvørjum ári, so ein fullfíggja endurnýggjan er liðug eftir 6-7 árum.

Møguleiki skal eisini vera fyri at velja at gevast við virkseminum, móti afturbering, um onkur reiðari ynskir tað.

Høvuðsatlitið má vera at fáa bygt skip, sum kunnu fiska og hagreiða fiskin so væl sum gjørligt. Næst eftir tí, mugu orkuatlitini viga. Í hesum tíðum mugu allir góðir knokkar, troytast í royndini at finna røttu orkuloysnirnar.

Júst tað at finna munagóðar orkuloysnir, rættvísgerð at landið spælir við fíggjarliga. Vit stuðla jú orkuskiftinum á landi við.

Ivamál hanga sjálvandi uppií spurninginum um landið kann stuðla útlendskum eigarum í Føroyum, men hesir spurningar kunnu greiðast.

Samanumtikið er einki at ivast í at rætt er at gera ein nýggjan pakka av trolarum. Tað krevur samstarv millum reiðararnar, og samstarv millum polittisku skipanina og vinnuna.

Tíðin er farin frá gomlum skipum, og tíðin er farin frá at læta standa til. Her má brettast upp um armar fyri at fáa fiskivinnuna á vinnarabreytina aftur.

Við samstarvi um ein trokarapakka, minka vit orkunýtsluna, betra um dygdina á rávøruna, og gera tað liviligari, hjá okkara sjófólki.

Tað ber væl til!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo