Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mong eru tey, ið rokna við einum sigri til Biden tíðliga í morgin okkara tíð. Ikki eri eg ein teirra. Og eg rokni við einum sannførandi sigri til Trump.

Tað sæst so ómetaliga týðiligt, at hesin "outsidarin" Trump, hevur alt og øll við makt ímóti sær.

Hann berjist við sokallaðu elituna í Washington, og hon hevur djúpar røtur. Men tað er bert sjálvur toppurin av ísfjallinum.

Alheims globalistar, stóru tøkni- og samskiftisfyritøkurnar (Twitter, FaceBook og Google), etableraði tíðindaheimurin, frá WaPo, BBC, MSNBC, ABC, CBS, NY Times, og heilt til avskeplaða kloakkmiðilin CNN.

Sjálvupphevjandi Hollywood bakmenn og stjørnur annars, ið ikki kenna til stríðið hjá tí arbeiðandi manninum, og ikki minst hin absolutt innanhýsis samskiftandi akademiski heimurin eru øll ímóti Trump.

Vit eru farin ígjøgnum russiska samansvørjingsteori í áravís, og hon hevur einans við ófrávíkiligum prógvum peika á Clinton kampanjuna, Peter Strzok, Christopher Steele, Fusion GPS, og ólógligar avlurtingar av Trump kampanjuni gjøgnum misbrúk av FISA-rættar góðkenningum.

Roynt er eisini nútíðar-vápnið, ið kallast "cancel culture". Og har var ætlanin umframt Stormy Daniels og prát ið mangan fer framm í umskiftingarrúmið, at seta Trump í samband við neyðtøkur, Jeffrey Epstein, kvinnuhatur, demokratiska bólkin KKK, meksikanarahatur, rasustoltar hvítar, tillátursgerð av veteranum, eftirherming av brekaðum og útspilling av falnum hermonnum.

Síðani var tað "okkurt fyri okkurt"-uppáhaldið, ið Peter Schiff fann uppá millum Ukraina og hægsta embætið í USA.

Rokna var ikki við at Trump fór at leggja samrøður millum heimsleiðarar út alment. Men Trump handlar ikki sum hini, og eisini her fall alt á gólvið. Og tá hesar óndu ætlanir vóru útpakkaðar, kundu demokratar bert gera eitt, og tað var at fara "all in". Og tí fór eitt láturligt og beinleiðis sjúkligt ríkisrættarmál framm mótvegis Trump, ið vann frama í Kongressini, men sum síðani fall í Senatinum.

Alt hettar hendi samstundis sum tað kom undan kavi, at Biden hevði sonin við á officiellar uttanlandsferðir, har Biden navnið var selt fyri nógvan pening til onnur lond og onnur áhugamál enn tað amerikanska, meðan Biden sat sum varaforseti.

Stutt sagt, so hevur Trump ikki fingi frið ein tann einasta dag, síðani hann kom oman eftir rullutrappunum í Trump-Tower á sinnið. Hann er álopin hvønn dag og alt døgnið frá øllum síðum, og hann er í dag 74 ára gamal. og tí ongin unglingi. Tað er menniskjaligt óskiljandi, at hann orkar at standa ímóti hesi órættvísi.

Tað er ongin ivi um, at hendan orkan er givin til láns omanífrá. Hettar árræði hann kann vísa á, er onki minnið enn ómenniskjaligt.

Misskil meg ikki. Trump er, eins og vit onnur, ongin eingil, og hevur óiva nógv at svara fyri á evsta degi. Men hann skal ikki vera presturin hjá fólkinum. Hann skal vera forseti teirra.

Tað ið eg við hesum sigi er, at Gud Ísraels brúkar hann beint nú. Gud brúkar tann Hann vil, og ikki tann ið vit menniskju vildu valt. Tí hvør skuldi víst á og útpeika rætt og rangt, um bert ein rættvísur slapp framat? Hvør skuldi leitt veldir og lond, um bert ein lýtaleysur kundi nýtast?

Í hesum høpið hugsi eg um Stefanus sála.

Í Ápostlasøguni 7, 58 lesa vit um Saul ið var hjástaddur, og sum vitnini til steiningina løgdu klæðini framm fyri.

Saul var ongin eingil. Hann var ikki syndafríður. Hann søkti at og drap Kristin menniskju. Men Gud valdi hann, og brúkti hann einamest í verkið Sínum.

Okkara Nýggja Testamenti hevði verið sera tunt og skjótt at lisið, um tað ikki var fyri Saul (ið vit kenna sum Paulus).

Ella tak Kýrus Kong ið Gud Ísraels valdi, til at byggja Sær hús í Jerúsalem í Juda. Hann var heldur ikki ein ið vit menniskju vildu valt, men Gud valdi at brúka hann í Sínum verkið.

Soleiðis tykist Trump at vera í okkara tíð. Also ikki ein maður vit menniskju vildu valt, tí hann hevur ymiskt átaluvert í sínari fortíð. Og kanska tí at hann sigur tingini heldur beint framm. Men Gud valdi hann.

1. Gud valdi hann, fyri at fáa æviga høvuðstaðin Jerúsalem viðurkendan í heimshøpi.

2. Hann valdi hann, til at fáa viðurkent Golan heyggjarnar.

3. Hann valdi hann, til at seta sterk tiltøk mótvegis Iran í verk aftur, eftir at undanfarni (út av lagi vánaligi) forsetin hevði avtikið allar sanktiónir og sent teimum plattar av peningi fyri onki, bæði í bankaflytingum og loftvegis.

4. Hann valdi hann, fyri at fáa frið í lag í Miðeystri, og higartil eru Sameindu Emiratini, Bahrain og Sudan komin uppí eina, fyri stutt síðani óhugsandi, friðarpakt (normalisering). Og mong onnur lond eru í samráðingum um júst hettar sama. Millum annað nýtir Ísrael longu luftrúmið yvir Saudi Arabia.

5. Hann valdi hann, fyri at verja talu&trúarfrælsi í USA. Tí sensururin er í dag fluttur inn á digitala marknaðin, og er nú samantvinnaður við samskiftisplatformar og "cancel culture" hugsanina.

6. Hann valdi hann, fyri at seta konservativar og rætthugsandi dómarar. Eisini til Hægstarætt. Tí eitt Ríkið má hava dómarar ið ikki lóggeva frá dómstólinum.

7. Hann valdi hann, fyri at peika á rættin til lívið. Tí hendan rættin hava vit í vitloysið tilskilað okkum, hóast vit øll eru vitandi um at vit hava ikki hendan rætt. At hugsa sær at vit nokta øðrum hendan rætt, ið vit sjálvi hava fingið í gávu.

8. Hann valdi hann, fyri at seta USA aftur í virðing millum heimsleiðarar. Tí undanfarni forseti hevði máða støðið undan allari virðing, soleiðis at aðrar tjóðir oftari og oftari avroyndu mørkini fyri hvat tey kundu loyva sær.

9. Hann valdi at geva Trump ein persónliga trúgvandi varaforseta, sum hevur staðið við liðina á forsetanum í øllum. Og ongin ivi skal vera um at Mike Pence hevur leitt forsetan á rættvísisleið í mongum førum.

10. Hann valdi ein, ið vil hava fleiri sjálvbjargin menniskju. Tí sum Reaganitturin hann er, so kennir hann kendu orðini hjá Reagan: "We should measure welfare's success by how many people leave welfare, not by how many are added".

11. Hann valdi ein, ið skilir fundamentalar biologiskar sannleikar, og ikki ein ið heldur at dreingir eru gentir, og at gentir eru dreingir.

12. Hann valdi ein, ið ikki tímir at spilla sína tíð millum klimanørdar, ið flúgva til Davos við hvør sínum privatflogfarið hvørt ár, at áseta hitastig jarðarinnar við grønum skattum.

Støðan í okkara londum eystanfyri atlantshavið er álvarsom.

Eg hugdi av óvart eftir einari Degi&Viku eitt kvøldi, har Thetis fekk ein uppibornan 5 minuttirs frið undan tí hetz ið nú er rættað mótvegis teimum.

Har sá eg skúlafrálæru um amerikanska valið, ið endaði við einari flokks atkvøðugreiðslu,

Støðan gjørdist 18-2 til Biden/Harris.

Hugsi um hettar í nøkur sekund. Tað eru also 90% í einum føroyskum skúlaflokkið, ið ynskja tað kaosið og korruptiónina, ið Biden hevur at bjóða uppá.

Hettar kunnu vit sum samfelag gera betur! Hettar kunnu vit ikki bjóða okkara ungu, í einum bygningi fyri eina slaka milliard krónir.

Hesi ungu vita hvat hesir tveir kandidatar standa fyri, og tey velja hann, ið eftir 47 ár í politikki, ætlar at steðga orkuframleiðsluna í landinum. Tey velja ein ið ikki virðir flaggið, og sum restin av demokratunum, hóast symbolskt, fer niður á knæð, tá tjóðsangurin verður sungin. Ein ið ætlar at økja talið av dómarum í Hægstarætti, fyri at fáa eina liberala yvirvá. Ein ið vil verja rættin til at enda lív barnsins, heilt til løtuna ið tað verður føtt. Ein ið hevur verið ein hin fremsti til at gera lógir, ið hava fylt fongslini í USA við nekarum. Ein ið misnýtur hesi stakkals BLM-menniskju, ið reika um gøturnar við grønum og bláum hárið, og meta alt snúgva seg um húðalit.

Candace Owens segði so væl:

"BLM er ein bólkur av hvítum monnum, ið brúka andlitini hjá deyðum svørtum, fyri at savna inn milliónir av dollarum, til tess at velja hvítar demokratar í valds-positiónir. Tað er mest opinlýsa rasistiska organisatiónin í USA".

Standmyndir, nøvn á bygningum, Tjóðsangurin, Flaggið og patriotisma, vóru ikki rasistisk undir fyrrverandi forseta, men eru tað brádliga nú? Forklára tað!

Tað minnir um hendur á kvinnulørum í Danmark fyri dekadum síðani, ið menn nú brádliga skulu gjalda fyri við kassa 1.

Michael Knowles segði:

"Vinstravongurin eigur allar stórar institutiónir í USA: Tíðindastovur og miðlar, Universitetini, administrativu stjørnina, Hollywood, tøkni-og samskiftisrisarnar og so framvegis. So um "Institutionell rasisma" var so verulig, hvør vildi tá havt skyldina".

Eitt afturat - Biden er ikki nakar vinur Ísraels, og hann er korruptur inn á bein. Hann er ein ið heldur tað vera smart at lata eina svenska smágentu, seta heimsleiðarar upp á pláss í Sameindu Tjóðum. Framtíðin er tá býtt.

Ein er óvitandi, um ein ikki kennir sannleikan. Men ein gerist ultra-liberalur, tá ein ikki vil kenna sannleikan.

"Gev mær frælsi ella gev mær deyðan", hoyrdist frá Partick Henry í Virginia á sinni. Hann segði ikki "Gev mær fría skúlagongd, frítt heilsuverk, eini goldin hús sum grannin mín skal gjalda fyri".

Steven Crowder segði:

"USA gjørdi enda á trælahaldi, endaði rasu-relateraði civilrættarlig brot, valdi ein svartan forseta tvær ferðir, gjørdi okkara best betaltu ítróttarfólk, tónleikarar, kendu, kulturellar ambassadørar úr hópinum av svørtum amerikanarum. Um vit eru ein rasistisk natión, so duga vit tað sera illa".

Satt at siga, so veit ungdómur okkara betur. Hann er vitandi um, at Biden ikki vildi sitið longi, um so var at hann var valdur. Tey vita at hettar valið er millum Trump og Harris, tí Biden ger orðasalat og setningsgreyt, hvørjaferð hann kemur framat mikrofon og tíðindafólkið. Hann er ikki ordiliga mentalt til staðar longur, og tað er kanska fyri summi andstygd at síggja tað á skrift, men er hóast alt sannleiki. Hann er í dag typan ið etur gulan kava meir enn einaferð.

Harris hinvegin fór frá at vera Indisk-Amerikonsk, til at vera svørt uppá ein dag. Og vit vita øll, at hon er umleið eins svørt, sum Elizabeth Warren er av indianara ætt.

Tey ungu í dag kenna eisini søguna nóg væl til at vita, at Karl Marx tankagongdin handan Bernie Sanders og Kamalu Harris, ið nú skal fáast ígjøgnum við Biden, kann summerast í hesum orðum eftir Henry Hazlitt:

"Hata mannin, ið klárar seg betur enn tú"!

Hettar er eisini galdandi fyri hetzina ímóti Thetis beint nú. Og tey steðga ongantíð. Men sannleiki ljóðar sum hatur í oyrum teirra ið hata sannleika.

Fyodor Dostoevsky segði:

"Onki í verðini er harðari enn at tala sannleikan. Onki er lættari enn at tosa eftir munninum".

Allan F. Hyatt víðarigav hesa stuttu søgu, um hvat Biden kann gera politiskt, og hon rakar sera beint:

"Ein suðurstats maður í 70'unum fer til læknan, ílætin eina t-shirt har Trump 2020 stendur prenta á.

Læknin kundi ikki halda sær, og spyr suðurstatsmannin, hvat hann heldur um Biden.

Maðurin svarar beinanvegin, at Biden er ein pela-skildpadda.

Læknin anaði ikki hvat ein pela-skildpadda er, so hann spurdi suðurstatsmannin, hvat tað merkir.

Hin gamli maðurin sigur síðani, at tá læknin koyrir ein biltúr úti á preriuni, og kemur til eitt hegn har ein skildpadda liggur og balanserar uppiá einum hegnpela, so er tað ein pela-skildpadda.

Læknin skilir enn ikki samanhangi, og spyr suðurstatsmannin, hvussu hann kann sammeta hesi tvey.

Jú, svarar maðurin, vit vita øll, at pela-skildpaddan kom ikki uppá pelan sjálv. Skildpaddan hoyrir ikki heima har. Hon veit ikki hvat hon skal gera, meðan hon er har. Hon er forvirra og vilst. Hon veit ikki hvussu hon endaði á pelanum. Men hon veit at onkur hevur lyft hana upp á eitt støði, har hon ikki fær virkað eftir evnum.

Hattar er Biden, segði suðurstatsmaðurin. Biden er ein pela-skildpadda".

Eg rokni við at Trump fer við sigrinum í nátt. Og at sigurin verður sannførandi.

Men skuldi tað hent at Trump fellur, sum er nærum óhugsandi, so er eisini tað vilji Guds. Tí vilji Guds er langt yvir tí ið vit skilja ella fata.

Sum menniskja má eg siga fyri meg, at eg vil heldur hava Trump har til 2024/2025, eins og eg rokni við hendir. Tí hann arbeiðir fyri fólkið lønarleyst. Hann er ikki har fyri peningin.

Hann var ein hin kendasti maðurin áðrenn, so hann er ikki har fyri at gerast kendur.

Hann er har fyri "We the People" (fólkið), og tí hann elskar sítt land, sítt flagg og tað ið landið var stovna uppá.

Hann situr á 4. árið, og hansara kampanja er um tey úrslit hann hevur evna til, og ført út í lívið. Biden hevur verið í politikki í 47 ár, og kampanjan er enn um hvat hann ætlar at gera. Eftir 47 ár í politikki, er hann sannførdur um, at Trump hevur skyldina í tiltonktu trupulleikunum í USA.

Tit! Verið sum August Landmesser. Hann noktaði fyri at reisa hondina eins og hini, tá øll fjøldin gjørdi tað. Har eru nógvar myndir á netinum av honum.

Lat ikki fjøldina og herróp ræna títt frælsi til at hava tína meining.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo