Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Viðkomandi er partur av kendari smittuketu.
581 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 305.065 kanningar.
772 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 757 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 14 persónar smittaðir við koronu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo