Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1.503 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 144.882 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 483 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 472 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 11 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo