Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hóast kuldin ikki hevur slept takinum, so merkist sólin væl nú. Og í vikuni sum kemur verður fitt av sólskini fleiri av døgunum, serliga seinnu helvt av vikuni.

Í morgin verður tó væl av vindi av vestri, í hvirlunum stormur, 25 m/s, hitin um fimm stig og ælaveður, serliga fyrrapartin.

Týsdagin mestsum logn, kanska ein ond av ymsum ættum, ælaveður fyrrapartin, sólglottar seinnapartin, kalt, 3-4 stig.

Mikudagin frískur vindur høgt og turt men kalt, 2-5 stig, sól ella sólglottar tað mesta av degnum.

Hósdagin fer sólin at síggja ein stóran part av degnum, ættin ímillum útnyrðing og norðan og hitin um 7 stig.

Fríggjadagin framvegis sól ella sólglottar, fleyr til gul av ymsum ættum, hitin 4-7 stig.

Langtíðarforsøgnin sær ikki so gott út fyri aðru viku. Hon byrjar við kavastormi av landnyrðingi og hita um frostmarki, bæði mánadagin og týsdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo