Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður veðrið meinlíkt veðrinum í dag. Tað verður bert ein ond av ymsum ættum, sólin fer at síggja og tað verður kalt, eini 2-3 stig.

Týsdagin kemur hann av landsynningi, framvegis lítil vindur og sólglottar.

Mikudagin gul av vestri, sól ein stóran part av degnum og tað verður eitt sindur lýggjari, uppí 8 stig.

Hósdagin framvegis sól men nakað frískari vindur, upp í ein strúk av suðri ella landsynningi.

Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin verður hvassur vindur av suðri og sólglottar fríggjadagin men næsta vikuskifti meira skýggjað. Hitin 7-8 stig alt tíðarskeiðið.

Turt alla vikuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo