Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hin 13 novembur 2021 verður ein dagur sum seint verður gloymdur, hetta er dagurin, har ein partur av føroyfólki misti sítt persónliga frælsi.

Vit hava hoyrt gjøgnum alla viðgerðina av Covid 19, at tað skuldi ikki leggjast tvingsil á fólk, fólk skuldu gera eftir síni egnu sannføring og hugsan, og hetta hava vit virt okkara myndugleikar fyri.

Men nú er vent í holuni, nú eru nógv støð, har ein ikki sleppur inn uttan at hava eitt koronapass, nú verður lagt trýst á fólk, gert tú ikki so, so verður tú útihýstur úr einum stórum parti av samfelagnum.

Hetta vil siga, at nú ger man mun á fólki og øll eru ikki líka fyri lógini.

Tey sum eru á mínum aldri minnast til hvat slíkar lógir gjørdu vit eitt ávíst fólkaslag, vit eru ógvuliga hugsunarsom, um hetta er byrjanin til at taka meiri frælsi frá okkum, hvat verður tað næsta sum verður funnið uppá?

At billa fólki inn, at eitt koronapass er ein trygd fyri at tú ikki verður smittaður, er jú ikki satt, tú kanst sanniliga hava eitt koronupass og blíva sjúkur og eisini smitta onnur, eg kenni fleiri fólk sum eru vaccineraði, og hóast tað eru tey vorðin sjúk, so tað er ein følsk trygd at billa fólki inn, at eitt koronapass frelsir nakran.

Eg havi vegna mín høga aldur valt at koppseta meg, eg havi valt tað sjálv, eingin hevur trýst meg til tað, og eg havi mín gula koppsetingarseðil, og tað má verða nokk, eg vil ikki hava eitt koronapass, eg vil ikki verða partur av, at steingja ein part av føroyingum úti frá samfelagnum.

Um vit øll halda tilmæliini sum hava verið, við reinføri og frástøðu og ansa eftir okkum sjálvum, so hevði tað helst gingið, trupulleikin er at kanningin við landamarkið varð avtikin.

At henda avgerðin um koronapassið, er tikin av trimum politiskum flokkum sum eg havi stóra virðing fyri, er stórt spell.

Maria Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo