Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tilburðurin er frá kendari smittukeldu.

662 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 293.309 kanningar.

757 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 727 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 29 persónar smittaðir við koronu.

Í gjár vórðu 828 fólk koppsett. 767 fólk fingu fyrra prikið og 61 fólk fingu seinna prikið.

Nú hava 25.484 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 47,8% av fólkatalinum. 14.503 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, tað svarar til 27,2% av fólkatalinum, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 39.987 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo