Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Tað er einki minni enn ein vanlukka, um orðini hjá nøkrum skúlastjórum um, at skúladagurin er ov langur, og næmingarnir virka troyttir, fáa so stóra vekt, at tímatalið í skúlunum verður skert; tað eru bara fyrimunir, at næmingarnir hava nógvar tímar í føroyskum, sigur Sigurlaug Fossdal, sum hevur verið lærari í føroyskum í nógv ár.

- Verða tímarnir skerdir, er eingin møguleiki at koma ígjøgnum tilfarið. Eg eri sannførd um, at ætlaða skerjingin fer at hava fatalar avleiðingar fyri okkara mál, ikki minst av teirri sannroynd, at børn í dag ikki læra mál og orð heima, eins og gjørt varð fyrr. Børn sita ikki longur undir hvørjum orði, sum vaksin siga heima; í dag fara børnini inn í tann talgilda heimin í staðin. Tí verður uppgávan hjá skúlanum at menna málið hjá børnum uppaftur størri, og tað kunnu vit bara, um vit hava nógvar tímar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo