Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin trilkar hann vindin lágt, fyrst útsynningur, síðani landsynningur og sum frálíður uppí skrið ella storm í hvirlunum. Ælaveður allan dagin og hitin um 12 stig.

Týsdagin heldur nógvi vindurin fram, uppí hvassan vind ella skrið og í hvirlunum verður vindmegin sum stormur, ættin mest útsnningur, hitin um 10 stig og ælaveður allan dagin.

Mikudagin minkar hann vindin sum frálíður og hann kemur høgt eitt skifti. Tað slítur í og hitin um 8-10 stig.

Hósdagin beinur vestan, lot til frískan vind, regn ella ælaveður allan dagin, tó eisini onkrir sólglottar, hitin um 10 stig.

Fríggjadagin gul av vestri ella landsynningi, skýggjað og samdrigið men kanska turt fyri tað mesta, hitin um 10 stig.

Næsta vikuskifti verður merkt av umleypandi veðri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo