At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin, mánadagin, lot til frískan vind millum sunnan og eystan, smáskýggjað men turt og eisini løtur við sól, hitin um 10 stig ella nakað meira, har ættin er góð.

Týsdagin gul ímillum eystan og landsynning, smáskýggjað men turt og hitin um 12 stig ella meira, har ættin er góð.

Mikudagin gul ímillum eystan og landsynning, sólglottar og hitin um 12 stig ella meira, har ættin er góð.

Hósdagin fer at regna, ættin framvegis mestsum beinur eystan, gul ella lot og hitin um 10-12 stig.

Fríggjadagin lot til frískan vind av landsynningi, sólin sær, men eisini okkurt æli, serliga seint á degnum, sami hiti, um 10-12 stig, ella kanska nakað lýggjari har tað lívur.

Næsta vikuskifti støkkur hann vesturum og frískar vindin, serliga sunnudagin, tá fer eisini at regna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo