Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður ættin beinur eystan, strúkur í vindi, turt og sól har ættin er góð og hitin um eini 10 stig ella meira har tað lívir.

Týsdagin millum eystan og landsynning, turt og sólglottar, hitin um 10 stig,

Mikudagin sum frálíður upp í hvassan vind av suðri eitt skifti, tað fer at æla men seint seinnapartin sær sólin aftur, hitin 8-10 stig.

Hósdagin gul til lot eystan, regn tíðliga seinnapartin, annars turt og sólglottar, hitin 8-10 stig.

Fríggjadagin andøvsgul av landsynningi, skýggjað men turt og hitin upp í eini 12 stig.

Næsta vikuskifti verður bert eitt gul eystaneftir, skýggjað fyri tað mesta og lýtt, upp í eini 12-14 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo