Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Reyðbókin, sum stendur beint norðan fyri kioskina hjá Astu, hevur staðið har í 116 ár. Hetta hevur helst verið vakrasta træið á Vaglinum, men nú sær tað út til, at træið ikki hevur tað gott?

Trónd Hansen plantaði hetta og fleiri trø millum kioskina, tinggarðin og Sparikassan. Hetta træið fekk navnið ”Miusa træ” eftir Miu, dóttur Trónd Hansen og Stephaniu. Mia Trónd varð fødd í 1914 og doyði í 2003.

Hetta, at træið ikki hevur tað gott, er mest sannlíkt orsakað av róttrupulleikum. Trø eru livandi og skulu hava luft og vatn og gott pláss til røturnar. Veit, at umstøðurnar hjá trænum eru broyttar síðan uppruna, tó trúgvi eg uppá, at við eini kønari hond og góðum átaki frá kommununi, er ein góður møguleiki fyri at fáa gróður íaftur træið, men hetta má gerast her og nú. Tí, um ein hyggur eftir trænum beint nú, so roynir træið at anda, og smá bløð koma til sjóndar. Her kunnu vit ikki bara lata standa til, men eitt veruligt átak gerast til m.a. at loysa væl rundan um træið, so meira luft kemur til. Sum man sær á myndunum, er tað sera, sera kompakt rundan um træið, og tað er als ikki gott fyri vøksturin.

Heiti tí á borgarstjóran, at vit øll í felag beinanvegin gera eitt gott átak og trúgva uppá, at tað ber til at bjarga reyðbókini, sum øll árini hevur verið eitt satt prýi fyri miðbýin.

Takk fyri, við vón um skjóta viðgerð. - Sjá myndir fyrr og nú.

Heðin Mortensen, býráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo