Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag útgevur Olaf S. Thomsen fyrstu bók sína "Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen".

Tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum av almennum WC'um, stuttsøgum, yrkingum o.ø., sum lýsa lív og áskoðan rithøvundsins. Tilfarið er skrivað í tíðarskeiðnum 1983-2019.

Olaf hevur alt sítt tilkomna lív livað eina heldur friðarliga og lítillátna tilveru við frástøðu frá øðrum fólki. Flestu vildu rópt hann einabúgva.

- Um eg skuldi verið so óheppin, at deyðin bankar á dyrnar í dag, so fær hann meg ikki við sær í fullum líki. Eg havi seinastu tíðina umskapað meg til blaðsíðurnar, ið nú verða útgivnar, og kann tí liva víðari um ævir. Ja, eins og ein tiðnaður mammutur, kann eg nú at standa sum prýði inni í stovuni ella á náttborðinum hjá fremmandafólki.

Lesarin fær innlit í innastu tankar og gerðir Olafs. Eitt persónligt val, ið hann hevur útsett í mong ár.

- Hetta er eitt kompromis, ið eg havi verið noyddur at gera. Vit fáu, ið velja menniskjaliga sambandið frá, vit hava eisini rík lív! Og tað lívið vil eg nú fegin lata fólki at fáa innlit í. Aloftast eru tað vit, ið eiga svørini, ið onnur ikki síggja.

Hóast einliga lívið, so hevur Olaf familju í Føroyum, ið ikki taka undir við lívsháttinum hjá honum, men hesi verða ikki nevnd við navni í bókini.

 
Bókin er 261 blaðsíður til longdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo