Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Hevur tú hug at royna teg sum einalærara, so er møguleiki at søkja tíðaravmarkað starv í Fámjins skúla skúlaárið 2022-23. Starvið verður sett frá 1. august 2022.

Um starvið
Í Famjins skúla verður ein næmingur næsta skúlaár í 6. flokki.

Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Einalærarin skal fremja gott samstarv millum skúla og heim, skal virka fyri góðum trivnaði og at skipa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærarar og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Famjins skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 7. juli 2022.

Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum fyrstilærari í Fámjins skúla, verður settur í starvið. Í hesum sambandi verður eisini víst til kunning og vegleiðing á heimasíðu ráðsins, sbr. vegleiðing um barnaváttanir.docx (live.com) – les her.

Umsóknin verður stílað til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við t-posti: ummr@ummr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál, gransking og uttanríkismál. Harafturat eru uppgávur m.a. viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo