Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

- Heimurin var kvirrur í meira enn eitt ár vegna koronu, og tískil hava Einangran, eins flest aðrir tónleikarar, ikki havt møguleika at framføra og vinna pening, siga tey í tíðindaskrivi.

Tó so hevur friðaliga koronutíðin ikki verið meir friðarlig enn so, at tey bæði Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum handan Einangran, hava nýtt tíðina at skriva nýggjan tónleik. Nú eru tey komin so langt áleiðis við verkætlanini, at tíðin er búgvin til at fáa nýggja tónleikin hjá Einangran út í heim.

Í novembur 2020 útgav Einangran fyrstu EP-útgávu teirra, Einangran. Ep‘in var væl umtókt, og til FMA 2021 fingu Einangran virðislønina fyri Ársins sang við lagnum, Kanska.

Góða móttøkan av teirri fyrstu útgávu gav Einangran hugin at skriva nýggj løg til heildarútgávu. Tey eru longu til reiðar at fara í upptøkuhølini at taka upp fyrstu heildarútgávuna.

Tað ber til at stuðla heildarútgávuni hjá Einangran her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo