Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm um at seta á stovn ein matvørubanka. Argumentið hjá samgonguni er, at eingi neyv hagtøl eru á økinum.

- Tað er einki annað enn ein undanførsla. Hetta kundi verið ein vinn-vinn støða, bæði umhvørvisliga og sosialt, men samgongan velur at maturin heldur skal fara upp í royk, staðfestir ein vónbrotin Ingilín D. Strøm. Hon vísir á, at hóast eingi neyv hagtøl finnast í Føroyum, er tað fleiri ferðir staðfest, at fleiri hundrað tons av mati fara fyri skeyti á hvørjum ári.

Ein leyslig meting hjá IRF er, at áleið 80% av øllum burturkasti frá matvøruhandlum eru matleivdir, og at nøgdirnar eru vaksandi fyri hvørt ár. Í 2015 vóru sostatt á leið 500 tons av mati frá matvøruhandlum brend hjá IRF, og í 2019 vaks talið upp í 670 tons av mati. Afturat hesum kemur burturkastið úr Tórshavnarøkinum, ið verður latið Kommunalu Brennistøðini á Hjalla.

- Nógvar familjur hava trupult at fáa endarnar at røkka saman, og nøgdin av burturkasti er alt ov stór. Tað gevur onga meining, fyrst at brúka orku upp á at framleiða mat, síðani upp á at innflyta mat og so aftur upp á at brenna mat. Tað er matur og orka, ið eigur at koma fólki til góðar, heldur enn at økja um okkara alt ov stóra útlát. Hetta er matur, sum ongin keypur, sum vit heldur velja at brenna enn at samskipa í eini móttøku av avlopsmati, sum kemur teimum til góðar, ið hava tørv á tí, sigur Ingilín D. Strøm, og heldur fram:

- Tí er argumentið hjá samgonguni bara ikki nóg gott. Samstundis sum vit kunnu bíða eftir nóg neyvum hagtølum, brenna vit fleiri hundrað tons av mati. Matur, sum kundi gjørt nógv størri nyttu hjá teimum familjum, ið hava tørv á honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo