Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tónleikarin Kim Larsen segði eina ferð nøkulunda soleiðis: “Eg skilji ikki, hvat vit skulu við einum stýri, um tað ikki skal hjálpa teimum veiku. Tey sterku skulu sku nokk klára seg”.

At eg leggi soleiðis fyri er ikki tí, at eg haldi, at eitt kommunustýri bert hevur ta uppgávuna: at hjálpa teimum veiku.

Eitt bygdaráð eigur altíð at skipa soleiðis fyri, at bestu treytir eru fyri fólkavøkstri, at vinnulívi fær bestu karmarnar, at borgarin – bæði vaksin og børn, hevur tað gott og kennir seg væl í einum reinum og tryggum umhvørvi.

Umhvørvið og kloakkirninar eiga at raðfestast og fólk skulu vita, at bygdaráðið tekur sær av øllum vanligum viðlíkahaldi í øllum grannaløgum og ger nógv fyri at fríðka um og varðveita tað gamla, ið er vert at varðveita.

Við “teimum veiku” hugsi eg ikki júst, at tey øll eru so veik. Men eg hugsi um børn og ung, sum ikki hava formligan avgerðarrætt, fremmand fólk, sum flyta higar og ikke skilja ella duga mál okkara, og onnur, sum als ikki hoyrast, tí tey ikki rópa so hart – fólk við serligum tørvi og gomul fólk.

Tað er uppgávan hjá bygdaráðnum at síggja til, at hesi vera hoyrd, og at tey eru partur av felagsskapinum.

Vit á lista A hava boðað frá, at vit vilja arbeiða fyri, at hetta verður gjørt. Eg kann nevna, at vit t.d. vilja skapa bestu karmar fyri ítróttina og vilja seta ein trivnaðarsamskipara í starv, sum stuðlar upp undir og skipar fyri tilboðum til bæði børn, ung og eldri.

Vit eiga eisini at vera vakin og varnast teir borgarar, ið ikki hoyrast.

Eldraøkið er yvirtikið av kommununum, og hóast heimatænastan helst skipar hesa tænastu so lýtaleyst, sum til ber, so er komið mær fyri oyra frá fakfólki, at tað eru gomul, sum ikki orka at fara til fimleik á Sýnuni og tí onga endurmenning fáa.

Eisini vita vit, at fólk í serligum trupulleikum eru púra slept upp á fjall, tí hvørki land ella kommuna eiga ella vilja eiga trupulleikan.

Her má okkurt gerast! Vit eiga at rætta teimum, ið hava hjálp fyri neyðini, eina hjálpandi hond.

Aimé Jacobsen – valevni á lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo