Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Fremsta uppgávan hjá politiska myndugleikanum er nú at fáa gongd á virksemið í samfelagnum aftur, so skjótt sum koppsetingarætlanin loyvir.

Smáligheit og øvundsjúka eiga ikki at forða fyri, at liðugt koppsett fólk í eitt tíðarskeið fáa lagaligari treytir enn ikki-koppsett. Tørvur er tó á vegleiðing um, hvussu hetta kann skipast.

Koppsetingin kann lata samfelagið upp aftur
Í Føroyum og kring heimin verður í hesum tíðum arbeitt við at koppseta fólk móti at gerast sjúk við COVID-19. Koppsetingarætlanin er ein avgerandi fortreyt fyri, at vit kunnu venda aftur til ein meira vanligan gerandisdag.

Fyri tær nógvu føroysku fyritøkurnar, sum eru hart raktar av COVID-19 avmarkingum, og hava haft trupult við at hóra undan, er koppsetingarætlanin ljósið í tunnilsendanum. Fyri hesar fyritøkur og fyri alt tað føroyska samfelagið snýr tað seg um at gagnnýta koppsetingina til at lata samfelagið upp fyri teimum koppsettu, so skjótt sum yvirhøvur ráðiligt. Hjá fleiri fyritøkum er tað ein spurningur um lív ella deyð. Vanlig smáligheit og øvundsjúka eigur ikki at forða fyri hesum.

Tørvur á dagførdum mannagongdum, tilmælum og vegleiðingum
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at um myndugleikarnir annars meta tað vera trygt at lata meira upp fyri fólki, sum eru liðugt koppsett, er ongin orsøk til at drála. Vit mugu skapa so nógv virksemi, sum til ber við at loyva teimum liðugt koppsettu at vera ein meira virkin partur av samfelagnum. Hetta kann vera tað, sum bjargar fleiri fyritøkum frá húsagangi.

Hetta kann gerast við at almennu myndugleikarnir skipa mannagongdir, tilmæli og ráðgeving, sum taka hædd fyri, at vit fáa alsamt størri bólk av fólki í samfelagnum, sum eru koppsett. Tey vinnurekandi og felagsskapir hava  tørv á vegleiðing, hvussu tey kunnu skipa seg, so liðugt koppsett kunnu gerast ein meira virkin partur av samfelagnum. Um tað er nóg trygt at savna upp til 100 ókoppsett fólk kann tað ikki bera til, at trygga hámarkið fyri koppsett eisini er 100.

Um almennu myndugleikarnir ikki taka hædd fyri, at tað kann bera til at skipa seg øðrvísi, so hvørt sum fólk verða koppsett, er vandi fyri, at undirtøkan og virðingin fyri almennu tilmælununum verður minni, og tað ynskir eingin.

Øvundsjúka má ikki forða fyri tryggum loysnum
Seinastu tíðina hevur man stundum hoyrt tað sjónarmiðið, at fólk, sum eru liðugt koppsett, ikki eiga at sleppa lættari enn ókoppsett, fyrr enn alt samfelagið verður latið upp aftur. Vónandi vinnur hetta sjónarmiðið ikki frama, tí tað hevði verið vandakós fyri føroyska samfelagið. Vit mugu og skulu fáa gongd á virksemið aftur, so skjótt sum koppsetingarætlanin gevur møguleika fyri tí.

Eingin ivast í at loyva fólki at flyta inn í nýggjar íbúðareindir, so hvørt tær eru klárar. Alt annað hevði eisini verið púra burturvið. Um onkur hevði dittað sær at skotið upp, at øll skuldi bíðað við at flutt inn í lidnar íbúðareindir, til øll sum høvdu tørv á bústaði eisini kundu flyta inn, hevði eingin tikið tað í álvara.

Tað eiga vit heldur ikki at gera, tá vit skulu taka støðu til, hvat tey liðugt koppsettu móti COVID-19 kunnu gera. Tey koppsettu eiga sjálvandi at sleppa at gera alt tað, sum verður mett at vera nóg trygt. Antin tað so er at ferðast um føroyska landamarkið við lagaligari treytum, ella at savnast á matstovum og til tiltøk í størri bólkum enn ókoppsett kunnu o.s.fr.

Ferð aftur á samfelagið
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit mugu fáa ferð á tað føroyska samfelagið so skjótt sum ráðiligt er. Politiska skipanin má gera alt tað, sum stendur í hennara makt at tryggja eina so skjóta og trygga upplating, sum koppsetingin gevur møguleika fyri. Eisini um tað hevur við sær, at nøkur fólk í eitt avmarkað tíðarskeið sleppa at gera okkurt, sum onnur ikki sleppa. Málið er, at allir føroyingar í summar skulu hava fingið tilboð um koppseting, og so leingi mugu vit góðtaka, at lívið kann verða lættari hjá teimum koppsettu í mun til tey ókoppsettu. Í seinasta enda er hetta til fyrimuns fyri okkum øll, tí vit soleiðis best tryggja, at tey tilboðini, sum skulu latast upp aftur, framvegis eru til, tá vit øll eru koppsett.

Við einari lítlari umskriving av einum kendum orðataki kunnu vit siga, ”at eingin fer væl av tí, at koppsett fara illa”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo