Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So kom sendingin um Glasir. Ein framúr sending ið Marita Dalsgaard eígur stórt rós uppiborið fyri.

Sendingin vísti hyggjarnum, at tey  sum  tíðarskeiðið 2015-19 hava tváa sínar hendur, og ferð eftir ferð  hava rópt krossfest, krossfest, í móti sitandi samgongu, hesi hava kanska stóran lut í  tað syndarligu lagnu í henda byggiætlan fekk.

Byrjað var at grava við stórari maskinorku, áðrenn tegningar av bygninginum vóru  tøkar.Hetta var sambært byggifrøðinginum hjá TG Verk helst  av politiskum trýsti. Og síðan var høvdið bókstaviliga stungið niður í sandin, soleiðis sum Óli P. so hegnisliga hevur víst okkum á VP.

Áðrenn byggiætlanin veruliga var komin í gongd, gjørdi Heini Trónd Hansen íð var headhuntaður frá eini stórari týskari byggifyritøku vart við, at hann var so mikið ósamdur við byggileiðsluna, at hann sá seg noyddan at taka seg úr byggiætlanini.

Honum á bakið var tann serkøni hjá Landsverk, íð skuldi fylgja við byggiætlanini soleiðis at føroysko skattgjaldarin fekk maksimalt fyri tann pening í landskassin skuldi gjalda til Glasir.

Hann gjørdi sum Heini T. Hansen eisini vart við, at hann kundi ikki góðtaka soleiðis sum byggiætlanin var skipa, við tí úrslitið at hann fekk munnkurv.

Hann sá seg tí noyddan at gera eina eína fráfaringaravtalu við Landsverk.

Eftirtíðin hevur víst, at hesir báðir nevndu persónar, íð av ábyrgahavarnum á Glasir vóru tileinkisgjørdir sóu longu tá byrjanina, íð seínri skuldi gerast álvarsligastu byggigølu nakrantíð.

Alt í meðan snorksvav politiska skipani.

Sama politiska skipan lá eisini í fasta svøvni, tá byggiætlanin frá eínum degi til annan var broytt frá 17000 fermetrum til 21000 fermetrar.

Ein broyting íð kom at hava katastrofalar fylgir, eins og tað var størsta orsøkin til at bygningurin kom at kosta  nærum tað dupulta íð mett var.

Við hesi avgerð fór byggiætlanin av sporinum, samstundis sum fermetraprísurin sambært Landsverk fór úr 23000 krónur uppí 31000 krónur.

Hetta var eingin trupuleiki hjá politisku skipanini íð metti, at ein hækking av byggiætlanina uppá 35 %, kundi vinnast inn aftur við sparingum.

Eín nytist ikki at vera klókasta høvd í barnaskúlanum, at finna út av tann sparingi, vóru bert fuglar á tekjuni.

Meðan hesin politiski vavgreyturin fór fram, sat landsstyrismaðurin í mentamálum Bjørn Kalsøe tryggur í stólinum.

Trúgvi at bæði politikkanir og almenningurin vóru greíð yvir, at samgongan íð tók við á heysti 2015 kom at gerast syndabukkur fyri øll tey mistøk ið vóru gjørd  av tásitand samgongu frá 2011 -15 í Glasirmálinum.

Ístaðin fyri at viðurkenna medábyrgd av Glasirmálinum, so hevur sitandi andstøða nýtt eitt hvørt høvi at spæla fríspæl, og geva sitandi samgongu apuna, ið sitandi andstøða eigur sín stóra lut í.

Og sendingin um Glasir gav hyggjarnum eina veruliga fatan av Glasirmálinum, soleiðis at eingin politiskur flokkur aftaná kann tváa sínar hendur, og spæla fríspæl í hesum málið.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo