Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Lánveitarin hevur givið P/F Eystur- og Sandoyartunlar góðar treytir í sambandi við at gera Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, men tær eru bert givnar so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Taka føroyingar loysing frá Danmark, so eru fortreytirnar fyri hesum góða lánið foknar.

Tað kom fram í tinginum mánadagin.

Tann 8. november í ár skrivaðu P/F Eystur- og Sandoyartunlar og NCC undir sáttmála um bygging av Eystur- og Sandoyartunlinum við tilhoyrandi vegum. Sáttmálin er uppá 2.073 milliónir krónur.

Samlaði kostnaðurin fyri báðar tunlarnar er mettur at verða umleið 2.600 milliónir krónur.

Spurt hevur verið um føroyski fíggjarmálaráðharrin hevur verið kunnaður um, at ríkisfelagsskapurin stendur sum garantur fyri hesum stóra láni, og hevur Kringvarpið roynt at fingið eina viðmerking frá fíggjarmálaráðharranum, men sum skilst hevur tað ikki eydnast enn.

Tað er helst eingin ivi um, at øll landsstýrisfólkini í samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, hava verið vitandi um, at ríkisfelagsskapurin stendur sum garantur fyri hesum framúr góðu treytum sum P/F Eystur- og Sandoyartunlar, hevur fingið frá lánveitaranum.

Í tinginum segði formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, at tíðirnar eru sera góðar og tí klárar Tjóðveldi at verða í landsstýrinum.

- Søgan hevur víst okkum, at Tjóðveldi vil bara sita við valdi í góðum tíðum. Tá krubban er tóm, tá bítast hestarnir, verður vanliga sagt.

- Men í politikki hava vit sæð, at tá krubban er tóm, tá rýmur Tjóðveldi.

- Í fullveldissamgonguni funnu tey eina bók, so tey kundu rýma út gjøgnum eitt músahol. Í CHE-samgonuni rýmdu tey út gjøgnum eitt lyklahol og nú sær út til, at tað næsta verður, at tey rýma út gjøgnum eitt berghol, segði Jørgen Niclasen millum annað.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo