Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ímeðan nógv lond í Europa stríðast við at halda koronasmittuni niðri, og fremja ógvuslig tiltøk av somu orsøk, so kunnu vit í Føroyum fegnast um at tað stendur munandi betri til her.

Landslæknin boðar aftur í dag frá, at ongin nýggjur koronatilburður er funnin.

Í gjár vórðu 345 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 150.120 kanningar nú gjørdar.

Tilsamans hava nú 490 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 478 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 12 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo